14 jul 2018

Klokkan 12: Stóra barnatiltakið á G!

Vatnkríggj, gandur, kappingar og snýt. Bubu, Jensina, Angela og Hannibal bjóða børnunum til ársins barnaveitslu. Børn upp til 12 ár sleppa ókeypis inn saman við vaksum, sum hava armband!

Skráin fyri barnatiltakið sær soleiðis úr: 

- kl.12.00 Angela og Hannibal 
Angela og Hannibal hava framført saman í 19,5 ár!
Hóast tey hava eina rúgvu av undirhaldi, ja so er tað tað sama, børnini vilja síggja, og einki show uttan stuttliga vatnkríggið. Stuttligast er, tá ið Hannibal snýtir, og tá hann roynir at ganda.

Á G! í ár fara tey at framføra við tí, børnini vilja hava. Ein Hannibal, ið ikki vil tapa og sum bara snýtur, og ein Angela, sum roynir at gera sítt besta fyri at fáa skil á Hannibali. Men kanska hon eisini snýtir eitt sindur ;-)
- kl. 12:00 Andlitsmáling á spæliplássinum
- kl. 12:00 Sand kapping á sandinum frá 12.00 - 15.00 (tilmelding á sandinum)

- kl. 12.30 G! Sangløtan. 
Jensina Olsen fer at syngja góðar barnasangir, og ØLL sleppa at syngja við. 

- kl.13.00 The Kii to Cosplay framføra Rapunsel
Kii og vinir hennara framføra ein sangleik úr teknifilminum Rapunsel.
- kl. 13.30 Bubu 
Í ár fer Bubu at syngja sangir, sum børnini kenna. Bubu kenna helst øll børn í Føroyum. Hann syngur sangir, sum børnini syngja dagliga.
- kl. 14.00 Løkin Band 
Í skúlanum við Løkin ganga nøkur kul børn, sum plaga at hittast í tónleikastovuni hvønn fríggjadag. Her venja tey og hugna sær eina løtu. Tey ganga í 5., 6. og 8. flokki, og saman kalla tey seg Løkin Band.
Hóast orkestrið er rættiliga nýtt, hava tey spælt til fleiri tiltøk. Teimum dáma væl at vera á pallinum og framføra. 
Tey spæla góðan og lættan popptónleik.
Løkin Band kemur at spæla á G! Festivalinum leygardagin tann 14. juli klokkan
- kl. 15.00 Vinnarin av sandkappingini verður funnin.

- kl. 15.00 - 16.00: Børn spæla á Sandinum
Fitt vaksin fólk fara at spæla við børnini, og tey, sum alt sítt lív hava ynskt sær at sleppa at blása mega stórar sápubløðrur, ella nógvar lítlar ella laaaaangar sápubløðrur… ja, tey sleppa nú at blása sápubløðrur niðri á sandinum.
Og tey, sum elska at hoppa um kapp, fáa eisini møguleikan til tað.
Kom oman á sandin, har er úr at gera frá 12 til 16 leygardagin. Vit spæla, kappast og hava tað so stuttligt. Og ØLL eru vælkomin!!!

PONYRÍÐING:

Ponyríðing verður eisini í dag frá klokkan 15

Børn upp til 12 ár sleppa ókeypis á G!

23 apr 2024
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!

Fleiri umboð frá G! hoyrdu bólkin í Washington, USA, farna heyst, og vóru öll samd um, at GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G! 2024. Nú koma tær, og tú mást fara! Les meira »

16 apr 2024
JJ Paulo á G!

Kom og dansa á G! saman við JJ Paulo! Les meira »

9 apr 2024
Plúmm skal spæla á G!

Allir tónleikarar vita hvörjir plúmmararnir eru, og eingin er sum Plúmm Les meira »

2 apr 2024
Das Body kemur á G!

Punkdiskotónar úr Oslo! Les meira »

26 mar 2024
Grönlendskur deyðsmálmur á G!

Vit gera klárt at lyfta hornini! Les meira »

19 mar 2024
Nelly Moar: Glöðandi R&B á G!

Norsku miðlarnir eru ikki í iva, Nelly Moar er stórsta R&B vónin tey eiga yviri í Noregi! Les meira »