13 jul 2018

Growling og sálmasangur

Tað verður lagt upp til eina tungmálms-veitslu av hægsta stigi, tá Hamferð trínur á pallin á sandinum sum seinasti bólkur í dag. Teir seks, sum manna Hamferð, hava havt stóra framgongd sum bólkur eftir teir vunnu Wacken Open Air í 2012. Nú eru teir klárir at enda fríggjakvøldið við einum braki.

Bólkurin Hamferð varð stovnaður í 2008 og hevur síðani tá hugtikið mangar fjøldir við sínum svørtu klædningum og eginleikanum at geva lurtarunum eina sterka, melankolska kenslu. Hetta megnaðu teir eisini til fulnar, tá teir vunnu Wacken Open Air í 2012 og veruliga slógu seg fastar sum ein vælumtóktan bólk uttan fyri landoddarnar.


Teir hava, síðani stovnanina, verið víða um í heimi og gjørt um seg. Fleiri konsertferðir hava teir gjørt einsamallir, umboðandi nýggjar útgávur, men hava eisini framført við bólkum sum Moonsorrow og Amorphis, sum eru kendir í metal-tónleikaheiminum.


Menninir aftanfyri Hamferð hava ferð eftir ferð, við løgum sum t.d. ”Harra Guð, Títt dýra navn og æra” og ”Opið hav”, víst, at teir hava nakað heilt serligt. So kom oman á sandin kl. 02:00 og uppliv bæði growling og sálmasang!

16 apr 2024
JJ Paulo á G!

Kom og dansa á G! saman við JJ Paulo! Les meira »

9 apr 2024
Plúmm skal spæla á G!

Allir tónleikarar vita hvörjir plúmmararnir eru, og eingin er sum Plúmm Les meira »

2 apr 2024
Das Body kemur á G!

Punkdiskotónar úr Oslo! Les meira »

26 mar 2024
Grönlendskur deyðsmálmur á G!

Vit gera klárt at lyfta hornini! Les meira »

19 mar 2024
Nelly Moar: Glöðandi R&B á G!

Norsku miðlarnir eru ikki í iva, Nelly Moar er stórsta R&B vónin tey eiga yviri í Noregi! Les meira »

12 mar 2024
G! kunnger: Agat - Rokkandi punkrapp

Kom og verð rivin við, tá ið Agat tekur yvir! Les meira »