13 Jul 2018

Screwgonga til heiðurs fyri ymiskleika og góðum festivalhýri

Ársins skrúðgonga fer av bakkastokki kl. 16 á tjaldingarøkinum. Farið verður til gongu haðani frá til festivaløkið, har fríggjadagurin av álvara verður skotin í gongd, og sum altíð verður tað við látri, gangi og hørðum tónleiki.

G! festivalurin hevur altíð verið eitt stað, har ymiskleiki og fjølbroytni av øllum slag hevur verið hátíðarhildin, og í ár er einki undantak. Eitt av størstu prógvunum fyri hesum, er árliga skrúðgongan. Tjaldarar í hópatali savnast, og við góðum treysti setur fjøldin kósina inn á festivaløkið, har tónleikurin er í hásæti.
 
 
Skráin fyri í dag er eisini á tremur við góðum føroyskum og útlendskum nøvnum. Vit kunnu millum mangt annað gleða okkum til Ba Cissoko, Eivør, Hamferð, Lyon, eina heila fólkatónleikastevnu og so sjálvandi eisini Grundin, sum bara bíðar eftir at buldra og gera fólk elektrisk í nátt.
 
So slepp tína innaru apu leysa og gakk við á skrúðgonguna, har vit hita upp og seta hol á enn ein frálíkan fríggjadag við G!óðum upplivingum!

16 Apr 2024
JJ Paulo performs at G!

Come join the party at G! with JJ Paulo! Read more »

9 Apr 2024
Plúmm joins the line-up!

If you say Plúmm on the Faroe Islands, everyone will know that you are talking about some of the Faroes’ greatest instrumentalists ever. Read more »

2 Apr 2024
Das Body joins the line-up!

Punk disco from Oslo. Read more »

26 Mar 2024
Greenlandic death metal at G!

We are getting ready to raise our devil horns! Read more »

19 Mar 2024
Nelly Moar performs at G!

Lit R&B at G! Read more »

12 Mar 2024
G! Festival announcing Agat - Rocking punk rap

Come and get carried away as Agat takes over! Read more »