13 jul 2018

Ótrúligi hósdagurin

Gjárdagurin fer í søguna sum ein hósdagur, vit seint fara at gloyma

Scarlet Pleasure og sólin kappaðust um at vera mest vælumtókti gesturin í Syðrugøtu í gjár. Og kappingin var hørð. So hørð at vit fáa ikki staðfest, hvør vinnarin var. 

Men fyri teir tríggjar í Scarlet Pleasure var eingin ivi um, at tað vóru sjálvir festivalgestirnir, sum vóru vinnarar. 

"Eg veit ikki, hvat tit hava etið til morgunmat. Men tit eru kanska tað villasta, vit nakrantíð hava upplivað", segði forsangarin, sum legði afturat, at hann aldrin hevði spælt á einum so vakrum staði fyrr. 



Sandurin

Á sandinum hugnaðu fólkini sær óføra væl – har runnu bæði børn og vaksin oman í stimbrandi sjógvin fyri síðani at renna niðan í heitu pottarnir. Lagið var gott og smílini stór.

Hóast man hoyrur mest um pottarnar, tá ið tosað verður um sandin, so eru teir ikki einasta hugnaliga staðið – her eru nevniliga eisini heingikoyggjur at sleingjast í og kanska fáa sær ein lúr.

Og... Hvussu er at fáa sand millum bibburnar?

Bartal: “Tað er sjálvandi strævið, men vit eru á festival so tað gongur!”

Elsa: “eg elski at fáa sand millum bibburnar, tað er bara strævið at fáa tað av bibbunum aftur”

Svanna: “Tað er tí eg havi slippers!”

30 apr 2024
Hetta fer út til allar Föroyar: Swangah spælir á G!

Teir hava áður fingið G! í kók, men í ár verður tað uppá spruttkók Les meira »

23 apr 2024
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!

Fleiri umboð frá G! hoyrdu bólkin í Washington, USA, farna heyst, og vóru öll samd um, at GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G! 2024. Nú koma tær, og tú mást fara! Les meira »

16 apr 2024
JJ Paulo á G!

Kom og dansa á G! saman við JJ Paulo! Les meira »

9 apr 2024
Plúmm skal spæla á G!

Allir tónleikarar vita hvörjir plúmmararnir eru, og eingin er sum Plúmm Les meira »

2 apr 2024
Das Body kemur á G!

Punkdiskotónar úr Oslo! Les meira »

26 mar 2024
Grönlendskur deyðsmálmur á G!

Vit gera klárt at lyfta hornini! Les meira »