13 Jul 2018

Damudomi: Framførslur við einum boðskapi

Tá Damudomi trína á pall í Fjósinum í kvøld er tað ikki einans fyri at spæla tónleik. Tað stendur ein felagsskapur - kanska enntá ein rørsla - aftanfyri. Skil boðskapn hjá damunum her

Fyri trimum árum síðan settu nakrar vinkonur seg niður at práta um altjóða kvinnudagin, 8. mars. Tær hildu tað vera løgið og keðiligt, at dagurin enn var heldur ókendur her um leiðir. Kvinnufelagið hevði í eina tíð roynt at gera nøkur feit tiltøk, men mótasýningar og neglalakk var tað einasta, sum rann fólki í huga, tá tey hugsaðu um altjóða kvinnudagin. Og sum Sunneva, fyriskipari hjá Damudomi, flennandi sigur: “kvinnur eru ræðuliga nógv meiri enn bara mótasýningar og neglalakk.”
 
Vinkonurnar valdu tí at varpa ljós á kvinnudagin, og í eina heila viku upp til kvinnudagin skipaðu tær fyri tiltøkum við tí endamáli at varpa ljós á stóra altjóða trupulleikan við ójøvnum kynsbýti og avoldaðum ímyndum av kynsrollum. Endamálið var, at tiltøkini skuldu stjørnast av kvinnum, og tær skuldu ráða. Síðan hava tær skipað fyri alt frá tónleiki, kjakum, verkstovum og framløgum.
 
Felagsskapurin Damudomi er ein felagsskapur við 100 limum og arbeiðsbólki við tíggju damum. Á pallinum í kvøld eru Honeypie, Springarasystrar, Silvurdrongur og gestir. Millum tey tejast millum annað damurnar Solveig Á Torvlaðnum, Siri í Ólavsstovu Davidsen, Jasmin Mote og Solveig Hanusardóttir Olsen. Sunneva Háberg Eysturstein er fyriskipari.
 
“Damudomi er ein savnandi feministisk rødd, sum snýr seg um at lýsa tær avbjóðingar, vit hava í samfelagnum og at loyva fólki til orða, ið vanliga ikki sleppa framat. Málið við Damudomi á G! er at vísa kvinnuumboðan á festivalinum og at síggja kvinnur á pallinum. Ofta er tónleikaverðin øgiliga mansdominerað, og tað royna vit at broyta.”
 
Solveig á Torvlaðnum heldur ikki, at føroyski tónleikapallurin er nóg fjølbroyttur í mun til kynsumboðan. Hon saknar kvinnuligar trummuspælarar, kvinnuligar klaverspælarar og kvinnuligar ljóðtøkningar. Nakað av tí er helst ein avleiðing av manglandi fyrimyndum, men tað er vónandi í ferð við at broytast.
 
Á G! spreiðir Damudomi sín boðskap gjøgnum disking. Tær avmarka ikki teirra tónleik eftir kyni, men heldur eftir boðskapi. Damudomi diskar í fjósinum hóskvøldið kl. 24.

23 Apr 2024
GRÓA joins the line-up!

The Reykjavík-bred band merge elements of post-punk, noise-rock and art-pop with absolute abandon, arriving at an explosive, yet magnificently arranged sound unlike any other. Read more »

16 Apr 2024
JJ Paulo performs at G!

Come join the party at G! with JJ Paulo! Read more »

9 Apr 2024
Plúmm joins the line-up!

If you say Plúmm on the Faroe Islands, everyone will know that you are talking about some of the Faroes’ greatest instrumentalists ever. Read more »

2 Apr 2024
Das Body joins the line-up!

Punk disco from Oslo. Read more »

26 Mar 2024
Greenlandic death metal at G!

We are getting ready to raise our devil horns! Read more »

19 Mar 2024
Nelly Moar performs at G!

Lit R&B at G! Read more »