12 jul 2018

Marius á sandinum

Um skamma stund fer Marius Ziska at framføra á Sandinum. Marius hevur júst latið fløguútgávuna Portur úr hondum, sum sambært Marius er »ein útgáva, sum snýr seg um, at vit menniskju liva í tveimum ymiskum veruleikum – tí innara og uttara veruleikanum, og at sansirnir eru portrini millum hesar báðar veruleikar«.
 
Marius er vorðin væl og virðiliga kendur í Føroyum seinastu árini og hevur eisini framført nógv uttanfyri landoddarnar við fyrru útgávuni Heim/Home. Talan var um eina inniliga og hjartanemandi útgávu, sum sannførdi bæði føroyskar og útlendskar ummælarar og lurtarar.
 
Nýggja útgávan er á føroyskum og Hans Jacob Kollslíð hevur yrkt orðini. Hetta verður væntandi ein sansalig og poetisk framførsla, sum heldur áfram beint har, sum Heim/Home slepti. 

30 apr 2024
Hetta fer út til allar Föroyar: Swangah spælir á G!

Teir hava áður fingið G! í kók, men í ár verður tað uppá spruttkók Les meira »

23 apr 2024
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!

Fleiri umboð frá G! hoyrdu bólkin í Washington, USA, farna heyst, og vóru öll samd um, at GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G! 2024. Nú koma tær, og tú mást fara! Les meira »

16 apr 2024
JJ Paulo á G!

Kom og dansa á G! saman við JJ Paulo! Les meira »

9 apr 2024
Plúmm skal spæla á G!

Allir tónleikarar vita hvörjir plúmmararnir eru, og eingin er sum Plúmm Les meira »

2 apr 2024
Das Body kemur á G!

Punkdiskotónar úr Oslo! Les meira »

26 mar 2024
Grönlendskur deyðsmálmur á G!

Vit gera klárt at lyfta hornini! Les meira »