12 jul 2018

Late night vibes í Syðrugøtu

Ein hendingaríkur dagur er farin aftur um bak, men stemningurin á G! økinum er enn av tí besta. G! festivalurin byrjaði við einum braki! Rag´n bone man og Swangah hava megnað at skapa eitt tey røttu vibes hóast tað bara er mikukvøld

Vælnøgdir festivalgestir ganga framvegis á sandinum og njóta ta síðstu løtuna ið eftir er av kvøldinum. Aldurnar flyta seg stillisliga aftur og fram, meðan fólk hittast og deila sínar skemtiligu hugsanir við bæði kend og ókend.


Mjørkin hevur fjalt fjøllini fyri okkum í allan dag, men nú hómast Støðlafjall í tí fjara, meðan G! andin sveimar yvir alla Syðrugøtu og strekkir seg yvir til tjaldingarøkið, har tey kátu ungu seta leiðina nú.

Fyrsti dagurin var sera væl eydnaður, siga fyriskipararnir.

30 apr 2024
Hetta fer út til allar Föroyar: Swangah spælir á G!

Teir hava áður fingið G! í kók, men í ár verður tað uppá spruttkók Les meira »

23 apr 2024
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!

Fleiri umboð frá G! hoyrdu bólkin í Washington, USA, farna heyst, og vóru öll samd um, at GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G! 2024. Nú koma tær, og tú mást fara! Les meira »

16 apr 2024
JJ Paulo á G!

Kom og dansa á G! saman við JJ Paulo! Les meira »

9 apr 2024
Plúmm skal spæla á G!

Allir tónleikarar vita hvörjir plúmmararnir eru, og eingin er sum Plúmm Les meira »

2 apr 2024
Das Body kemur á G!

Punkdiskotónar úr Oslo! Les meira »

26 mar 2024
Grönlendskur deyðsmálmur á G!

Vit gera klárt at lyfta hornini! Les meira »