11 jul 2018

Rag'n'Bone Man: Tá verðinshitt eru enn betri live

Eitt támut mikukvøld í juli savnast túsundtals fólk við pink hári, gulum regnjakkum og gráum hipstaraskeggi á sandinum í Syðrugøtu at hoyra eitt av heimsins mest aktuellu poppnøvnum.

Ílatin babyrokkara buksur og gangstaraketu um hálsin er Rag'n'Bone Man alt annað enn ímyndin av eini poppstjørnu, men meðan mjørkin krýpur longur niðan eftir sandinum, og myrkrið spakuliga leggur seg yvir Gøtuvík, lýsa snildfonirnar á andlitini, sum øll eru fest á høvuðsnavnið.

Fjøldin syngur við til Lay My Body Down, Grace, Skin og As You Are, áðrenn verðinshittið Human fyllir Gøtusand. Ársins G! festivalur er byrjaður.  

30 apr 2024
Hetta fer út til allar Föroyar: Swangah spælir á G!

Teir hava áður fingið G! í kók, men í ár verður tað uppá spruttkók Les meira »

23 apr 2024
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!

Fleiri umboð frá G! hoyrdu bólkin í Washington, USA, farna heyst, og vóru öll samd um, at GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G! 2024. Nú koma tær, og tú mást fara! Les meira »

16 apr 2024
JJ Paulo á G!

Kom og dansa á G! saman við JJ Paulo! Les meira »

9 apr 2024
Plúmm skal spæla á G!

Allir tónleikarar vita hvörjir plúmmararnir eru, og eingin er sum Plúmm Les meira »

2 apr 2024
Das Body kemur á G!

Punkdiskotónar úr Oslo! Les meira »

26 mar 2024
Grönlendskur deyðsmálmur á G!

Vit gera klárt at lyfta hornini! Les meira »