8 Jul 2018

"Vit sakna øðrvísi tankar í almenna rúminum"

AMATØROYAR: Á heysti í fjør fingu tveir sjálvútnevndir fermenteraðir samfelagskritikkarar hugskotið at banda sínar persónligu samrøður og leggja tær út á alnótina. Úrslitið var Amatøroyar; eitt ófiltrerað podcast av tveimum amatørum, sum ikki faktatjekka sínar útsagnir, men sum eru hálvgum tilvitaðir um, hvussu ironiskt tað er, at tveir útisetar sita á Oyrasundi og flenna eftir føroyskum stereotýpum. Leygardagin kanst tú uppliva podcastið live í Syðrugøtu.

Podcastvertirnir Bjarni Arge og Jóan Pauli Dahl Jacobsen byrjaðu at taka upp inni á vesinum á Oyrasundsíbúðini hjá tí eina vertinum, sum hann eftir føroyskari siðvenju framleigaði ólógliga frá hinum vertinum. 
 
“Vit eru tveir vinmenn, sum halda tað vera ov lítið av ófiltreraðum, ærligum og øðrvísi tankum í almenna rúminum í Føroyum,” sigur Bjarni Arge. “Tí royndu vit at seta tvær mikrofonir framman fyri okkum, tá vit práta saman fyri at vita, hvussu tað riggaði. Um fólk tíma at lurta eftir tí er fullstendiga upp til tey sjálvi. Vit gera tað av egnum fríum vilja, tí vit halda tað vera stuttligt.” 
 
Og fólk tíma faktiskt at lurta eftir teimum. Higartil hava sendingarnar yvir 60 túsund avspælingar, og minst trýtúsund fólk lurta eftir hvørjari sending. 
 
Jensina Olsen lurtar, meðan hon støvsýgur, og onkur svaraði á Instagram, at tey lurta, meðan tey keypa inn. Ein mamma skrivaði á Facebook, at hálvvaksna dóttirin nú var byrjað at lesa føroysk tíðindi, so hon kundi fylgja betur við í innihaldinum hjá Amatøroyum. 
 
“Vit halda tað vera eitt kempi herðaklapp, um bara nøkur fá fólk byrja at fylgja betur við í samfelagsviðurskiftum, tí tey lurta eftir Amatøroyum. Men høvuðsendamálið er ikki at koppa stjórnini ella standa eftir sum ein mentanarligur varði. Vit vilja faktiskt bara vera tað, sum fólk seta frá, tá tey gera húsligt arbeiði ella annað trivielt virksemi.” 
 
Bjarni Arge, sum eisini er kendur sum stovnari av satirusíðuni Føroyaportal, sigur, at størsti lurtaraskarin hjá teimum eru ung, pluss Niels Uni Dam, sum sikkurt hate-lurtar eftir Amatøroyum, hóast hann alment hevur borið fram, at hann heldur Amatøroyar vera vánaligt.  


Soleiðis sær tað út, tá Amatøroyar verður tikið upp í eini íbúð í Keypmannahavn. Soleiðis fer tað tó ikki at síggja út, tá teir báðir vertirnir fara live í Fjósinum leygardagin klokkan 18.00!

Og ung eru kanska eisini perfektir lurtarar. Tey eru relativt fordómsleys og eru enn ikki farin at taka kritiska støðu til alt. Jú eldri, vit gerast, jú djypri tykjast fordómarnir sementeraðir í okkum. Vit gerast meira samfelagskritisk og kunnu ikki binda okkum treytaleyst til nakað nýtt og øðrvísi. 
 
Totalt anti-puritiskur málburður 
 
Ungdómurin hevur eisini fangað eyðkenda málburðin hjá teimum báðum vertunum og er byrjaður at endurtaka summar av teirra sermerktu útsagnum. 
 
“Vit tosa faktiskt soleiðis í okkara dagliga lívi. Ting eru 'kempi problem' og vit eru 'við uppá' persónar sum Kaj Leo og Henrik Old. At vit tosa soleiðis er so eitt kempi problem fyri summar analar málfrøðingar, men tað er nakað heilt annað,” siga teir báðir.  
 
Tá tað kemur til málburð, eru Jóan Pauli Dahl Jakobsen og Bjarni Arge totalt anti-puristar. Teir taka undir við Suna Merkistein, sum í sambandi við móðurmálsvirðislønina í 2017 segði, at málið skal vera musikalskt, ikki matematiskt. Málið skal vera ein livandi organisma, sum skapar og kann skapast, og mest umráðandi er, at tað ber fram eina meining. Teir leggja so aftrat, at í teirra føri er musikkurin í málinum ofta óstemmaður.  
 
“Men tað var gittarin hjá Kurt Cobain eisini.” 
 
Sjálvironi og amatørisma 
 
Navnið Amatøroyar er tvítýðugt. Tað sipar til, at teir báðir eru amatørar í tilgongdini at gera útvarp. Teir billa sær ikki inn, at teir gera eitt professionelt arbeiði. Samstundis er tað eisini eitt prik til Føroyar, sum á mangan hátt heldur seg vera professionelt, hóast tað er ivasamt, hvat landið hevur givið heiminum frá einum altjóða sjónarmiði. Teir báðir seta spurnartekin við, hvørt Føroyar yvirhøvur eru eitt land.  
  
“Men vit koma hóast alt úr Føroyum, sum kanska og kanska ikki er eitt land, og vit viðgera tað við kærleika og hatri. Vit umboða tvístøðuna í at vera føroyingur, og hvat Føroyar eru. Vit eru báðir tveir definisjónin av fermenteraðum amatørum, sum koma úr einum landi, sum vit elska og hata.” 
 
Jóan Pauli og Bjarni eru tó samdir í, at amatørisma er ein fortreyt fyri, at nakað hendir í Føroyum. Um mann skal gera okkurt í Føroyum, so má mann bara leypa út í tað, tí jú longri, mann bíðar, jú fleiri fólk byrja at grenja um jantilógina og jarma um, at tað fer ikki at eydnast. Men munur er á amatørismu og so at halda seg vera heimsins nalvi. Sum er ein onnur samfelagslig stereotýpa, vertirnir flenna eftir. 
 
“Hvørja ferð, vit í Føroyum finna upp á okkurt nýtt, so eru vit absolutt tey fyrstu, sum hava uppfunnið tað. Vit hava uppfunnið blíðskapin, vit hava uppfunnið tað ræsta. Nei. Føroyar eru á jørðini, Føroyar eru ikki jørðin. Tey fyrstu, sum komu til Føroya, vóru komin í helvt á teirra ferð, og tað hevur verið okkara kennitekin líka síðani. Hygg bara eftir Glasum. Tað kemur bara í helvt. Tað verður ongantíð liðugt.” 
 
Men aftur til amatørismu, so noyðist mann onkursvegna at hevja seg sjálvan upp, um mann skal klára seg í Føroyum. Mann noyðist at vera optimistiska ignorantur og reklamera við sínum produkti sum verandi betri enn øll onnur produkt úti í heimi, tí annars verður eingin føroysk framleiðsla, og samfelagið heldur bara á at mala í ring heldur enn at skapa nýtt. Men føroysk nýskapan riggar bara ikki altíð saman við altjóða trendum. Tá onkur hoppar á eina útlendska bylgju frá sosialum miðlum og roynir at implementera hana í Føroyum, so eru aðrir føroyingar ofta skjótir við sunnari skeptisismu. 
 
“Tað er ótrúliga populert at vera ein underdog í Føroyum. Um okkara sending var partur av Kringvarpi Føroya, so høvdu fólk viljað lukkað lortið, tí vit vóru í hóslag við einum mastodonti. Men vit gera tað ókeypis, av áhuga, fáa ongar pengar, hava ongan sponsor og eru fullkomiliga sjálvstýrandi. Vit flúgva so høgt, sum vit hava hug til, og vit grava okkara egnu grøv so djúpa, sum vit vilja.” 
 
Keypmannahavnarvarp 
 
Er tað so í lagi, at tveir útisetar sita á Oyrasundi og flenna eftir føroyskum viðurskiftum? Ja, halda teir og leggja afturat, at teir ganga longu út frá, at fólk uppfata teirra sending sum Havnarvarp. Kanska enntá sum Keypmannahavnarvarp.  
 
Men at velja at liva í Føroyum er at taka eitt kompromis. Mann velur tryggleikan til, men velur eisini nokk so nógvar møguleikar frá. Og tá mann velur at liva í Føroyum, so velur mann eisini at góðtaka eina góða nøgd av ‘soleiðis má tað bara vera her’. Men vit kunnu enn flenna eftir tí. Og tað gera føroyingar tíbetur eisini sjálvir. 
 
Summi fólk velja at traðka fram og verða tí idoliserað, og vit hava brúk fyri teimum í okkara samfelagi, so vit sjálvi kunnu sleppa at liva í bakgrundini og sneyta í frið. Mann skal ikki lata vera við at stilla seg fram, men mann skal tola mótspæl – bæði alvorligt mótspæl, men eisini skemt. 
 
“Tað mesta av okkara sendingum verður av røttum uppfatað sum skemt, men vit vilja eisini geva alvorligt mótspæl til tann hvíta føroyska mannin. Vit vilja umboða nýggja ættarliðið, har tað ikki er stuttligt at gera gjøldur við rasu ella kynsrollum. Tað eru alt ov nógv, ið hava ein fornaldarligan hugburð um, at menn eru menn, og kvinnur ikki eru kvinnur enn.” 
 
Hava also ongan sponsor. Enn. 
 
Eins og í sjálvum podcastinum endar Jóan Pauli Dahl Jakobsen við at halda á at trýsta at fáa kunningina út um, at sendingin hevur also ongan sponsor. 
 
- “Men um tit fáa ein sponsor, verða tit so ikki ógegnigir sum kritikkarar?” 
- “Nei nei, sponsorurin skal eisini kritiserast.” 
- “Er tað kanska orsøkin til, at eingin vil sponsorera tykkum?” 
- “Eh... Ja... Kanska tað.” 
 
Amatøroyar framføra í fjósinum leygardagin 14. juli. Fyrstu 100 áhoyrararnir fáa eina Amatøroyar bingoplátu at spæla undir framførsluni. Nógvir góðir sponsoreraðir vinningar. 
 
Lurtið eftir teirra sendingum á iTunes ella soundcloud.com/amatoroyar. 

23 Apr 2024
GRÓA joins the line-up!

The Reykjavík-bred band merge elements of post-punk, noise-rock and art-pop with absolute abandon, arriving at an explosive, yet magnificently arranged sound unlike any other. Read more »

16 Apr 2024
JJ Paulo performs at G!

Come join the party at G! with JJ Paulo! Read more »

9 Apr 2024
Plúmm joins the line-up!

If you say Plúmm on the Faroe Islands, everyone will know that you are talking about some of the Faroes’ greatest instrumentalists ever. Read more »

2 Apr 2024
Das Body joins the line-up!

Punk disco from Oslo. Read more »

26 Mar 2024
Greenlandic death metal at G!

We are getting ready to raise our devil horns! Read more »

19 Mar 2024
Nelly Moar performs at G!

Lit R&B at G! Read more »