29 jun 2018

Fjósið Fríggjadagur 13 Juli

Makaleysi, margháttligi G!mentanarpallurin, Fjósið í hjartanum á Syðrugøtu verður aftur í 2018

Kl.16.00

Crowdfunding við Kickstarter

Hvussu fær tú pengar til vega til tína kreativu dreymaverkætlan?

Ber til at savna eina fjøld, sum vil hava tað, tú droymir um at skapa? Er møguleiki fyri, at henda fjøldin vil keypa tina vøru, meðan vøran er í gerð?

Svarið er ja! Teknarin og grafiski sniðgevin, Lena Nicolajsen er eitt livandi dømi um at kreativir dreymir kunnu gerast veruleiki við einum netverki kring knøttin, og hon fer at siga tykkum alt um, hvussu ein hin best umtókti hópfíggingarpallurin riggar í veruliga lívinum.

Í fyrilestrinum fer Lena gjøgnum alla tilgongdina frá hugskoti til lidna vøru. Serliga fer hon at midsavna seg um samskifti vid fylgjarar, miðlarnar og aðrar áhugaverdar bólkar.

 

Kl.17.00

Andvekur/Insomnia – Hin minsti helheimurin

Teknari og grafiksur sniðgevi, Lena Nicolajsen hevur tikið avgerð um at grava djúpt í ein av minstu helheimum menniskjans, andvekrinum.

Í hesum prátinum um at siga persónligar søgur í professionellum arbeiði, fer Lena gjøgnum eina av grafisku stuttsøgum sínum, Insomnia, sum snýr seg um eina nátt við andvekri. Hon greiður m.a. frá, hvussu henda støða kann leiða til spurningar um meiningina vid lívinum og um hvør tú er í einum lítlum helheimi av dýnu og kodda. Søgan er ein liður í røð av smáum søgur, sum henda okkum við ódramatiskum lívum. 

 

Kl.18.00 

Fjøldin í tónleikinum

Á festivalum eru vit partar av fjøldini, men hvussu verður fjøldin lýst í tónleikinum, hvør tónleikari ger hetta best og hví? Hesar spurningar við fleiri viðgera tónleikaserfrøðingarnir, Knút Háberg Eysturstein og Meinhard Jensen í hesi samrøðu, sum sjálvsagt eisini bjóðar upp á spælingar av løgum, teir hava valt sum dømi um evnið.  

 

 

Fólkatónleikastevna

 

Kl.19.00

Fólkatónar

Er ein kvartett av fýra ungum klassiskt vandum tónleikarum, sum spæla tilrættaleggjanair av fólkatónleiki. Tónleikararnir eru: Andrias Blaasvær (violin), Súsanna Gunna Thomsen (violin), Birita Dam (bratsj) og Gwendolyn Blaga Philbrow (cello)

 

Kl. 20.00

KATA

Kata er ein acapella sangbólkur, samansettur av fimm songkvinnunum - man kundi eisini kallað tær ein “kvinnu-tett”. Sangbólkurin framførdi upprunaliga fólkasangir úr eystureuropa, serliga Bulgaria. Síðani tá hava tær eisini tulkað føroyskar fólkasangir. Fløguútgávan “Tivils dóttir”, sum kom út summarið 2016, er ein útgáva við nýggjum útsetingum av eldri føroyskum kvæðum og skjaldrum, niðurskrivaðar av Marionnu Clausen. Á G! festival í ár fer Kata at framføra nýggjar útsetingar av fólkasangum sum eru frá upptøkum frá 1902 sum tónleikasøgufrøðingurin Hjalmar Thuren tók upp tá hann var á lestrarferð í Føroyum. Kata eru: Arnfríð Lutzen, Eyð Berghamar Jacobsen, Greta Bech, Guðrið Hansdóttir, og Unn Paturson. 

 

Kl.21.00

Crowberry Band

Janus á Húsagardi gav út fyrstu útgávu sína, Pub on the Corner fyrr í ár. Hetta kvøldið framførir Crowberry Band sangir frá hesi útgávu, og tú er meir enn vælkomin at koma vid teimum á ein glaðan og gleðiligan túr í tónleiki íblástur úr Írlandi. 
Janus á Húsagardi, sang og gittar, Brandur Jacobsen, trummur, Brenna McCormick Jacobsen, sang. Bartal Augustinussen, akkustiskan gittar.

 

Kl.22.40 

Kári Sverrisson & Hans Jacob Kollslíð við bólki

Kári Sverrisson og Hans Jacob Kollslíð hava samstarva um sangir og løg, sum eru innspæld, og sum nú bíða eftir at verda givin út. 
Kári Sverrisson, sang og kassagittar, Hans Jacob Kollslíð, sang og el. gittar

Mattias Kapnas, moog og Hammond, Gwendolyn Philbrow, cello, Bergur Fonsdal Johannesen, contrabass, Harald Fonsdal Johannesen, trummur

 

Kl. 00.50

Spælimenn

Spælimenn er framhald av Spælimonnunum í Hoydølum frá 1974, tá Kristian Blak savnaði, “spælimannatónleikáhugaði” í einum slagi av opnum tónleikabólki. Tá var støðin í Studentaskúlanum í Hoydølum, í hesum døgum er hon kring Fólkatónleikarafelagid.

 

Kl.02.00

Afturljóð - 50ara disko

Krita dansiskógvarnar og kom vid á eina dansiferd aftur í føroyskan- og útlendskan tónleik frá fimti- og sekstiárini saman vid Bjørn Hentze Bech, sum m.a. er kendur frá sendingini Afturljód. Krita dansiskógvarnar og yvirgev teg til svingandi tónarnar hesa feitu løtuna, har tú fær møguleikan at twista og syngja vid til allar teir gódu, gomlu slagararnar.

14 mai 2024
Ragnar Finsson á G!

Sement x G! Festival = Ragnar Finsson Les meira »

14 mai 2024
Personal Trainer á G!

Kom og íðka á G! við tínum Personal Trainer! Les meira »

7 mai 2024
Jamie Grey úr Onglandi framförir á G!

Á G! dámar okkum sera væl at fanga stjörnur í föðingini. Jamie Grey úr Onglandi er ein slík! Les meira »

7 mai 2024
Teitur framförir á G!

Komið og upplivið Teit framföra Poetry & Aeroplanes á G! 2024 Les meira »

30 apr 2024
Hetta fer út til allar Föroyar: Swangah spælir á G!

Teir hava áður fingið G! í kók, men í ár verður tað uppá spruttkók Les meira »

23 apr 2024
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!

Fleiri umboð frá G! hoyrdu bólkin í Washington, USA, farna heyst, og vóru öll samd um, at GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G! 2024. Nú koma tær, og tú mást fara! Les meira »