29 Jun 2018

Fjósið, mikudagur 11. juli

Makaleysi, margháttligi G!mentanarpallurin í hjartanum á Syðrugøtu verður aftur í 2018

Kl. 17.00

Føroyskar #Metoo søgur

Á heysti 2017 heitti ein kvinnuligur sjónleikari á allar kvinnur í filmídnaðinum um at seta hashtaggið, #Metoo á vangar sínar á sosialu miðlunum. Kvinnur – og menn – í øllum aldri, sum á einhvønn hátt hava upplivað mørk síni traðkaði á, tad verid seg kynsliga, andaliga, kropsliga v.m, settu #Metoo á sín vanga. Eisini í Føroyum settu fleiri kvinnur #Metoo á sín vanga. Hetta var ein skriða, sum varliga fór á rull og síðani leyp við ósteðgandi megi.

Henda #Metoolesingin er eitt lítið úrval av mongu søgunum, sum sendar vórðu dulnevndar á heimasíðuni, metooforoyar.fo., sum lat upp á vári 2018, lisnar av føroyskum sjónleikarum. 

Sjónleikararnir, sum lesa eru: Marita Dalsgaard, Gunnvá Zachariasen o.o.

 

Kl. 18.00


Kærleikin til Føroya er drívmegin/Shisa brand

At sniðgeva og at skapa er at geva ein part av síni sál. Hetta eyðnast, tá tað, sum nertir ein innast inni, verður umskapað til eina vøru, sum eisini nertir onnur. - Tí tá tað kemur til stykkið, keypa vit vid eini innari kenslu. Men hvørjar Føroyar eru tær, Shisa Brand hevur so stórt hjarta fyri, og hvussu verður hetta umskapað til vørur?

 

Kl. 19.00

RINGrás 

Ein leikur eftir Riu Tórgarð.

Ein tónleikabólkur hittist. Tey skulu venja. Tey hava vant saman fyrr – ofta – tey hittast regluliga fyri at venja tónleik saman. 6 fólk, sum øll hava sínar persónligu eginleikar, dreymar, ynski, samleika og tráannir. Men er tað tónleikurin, ið er drívmegin, sum ger at tey finna saman í ein bólk? Ella er tað okkurt heilt annað? Persónlig áhugmál, konfliktir og intrigir gera, at symbiosan, ið er neyðug, fyri at kunna skapa saman, ikki hendir. Felagskenslan og kærleikin til tónleikin verða skúgvað til viks. Hetta er ein absurd kommedia og ein tragikomiskur sorgarleikur, um menniskju, ið hava ilt við at finna kamartónan, at finna seg til rættis í felagsskapinum – ella í felags skapandi rúminum, sum tónleikur annars er ímyndin av. Sýningin er orkumikil og inniheldur sjónleik, tónleik, dans, sang og sterkar, ógvusligar kenslur. Tað er MáF, ið varðar av hesum sjónleikararhópinum, sum er boðin at luttaka á Altjóða Sjónleika Festivali í Litava í summar. Leikurin er bygdur upp soleiðis, at ikki er neyðugt hjá áskoðarunum at skilja dialogin, ið fer fram á pallinum. Dentur verður lagdur á kropsligan leik og kenslur, ið eru so mikið alment menniskjansligar, at okkum ikki nýtist at skilja hvørt orð, ið sagt verður. Ria Tórgarð leikstjórnar og hevur skrivað leikin. Leikarar eru: Petur Meinhard Ellebye Andersen, Ebba Malena Debess Thomsen, Baldur Meitil, Eyðbjartur Sólheyg Skaalum, Bjørk Búadóttir Tórgarð og Eva Maria Brynhildardóttir Bláhamar. 

 

 

Kl. 21.00

Konni Kass

Konni Kass er ein popptónleikari við eini rúgvu av sál, fødd og uppvaksin í Føroyum. Á hesi serstøku G!framførsluni hevur hon trummuleikaran, Per I. H. Petersen við sær, og saman geva tey okkum eitt elektroniskt bland av poppi fyltum vid sál. Vid saxofonsoloum og poppløgum seta tey saman sangir frá fyrstu útgávuni, Haphe vid nýggjum tilfari, og skapa harvið eitt nýtt minimalistiskt, elektroniskt ljóð. Konni Kass spælir eisini á Roskilde Festivali í ár, og hesar báðar framførslurnar eru einasti møguleiki at hoyra henda lovandi popptónleikaran hetta summari.

 

30 Apr 2024
Swangah - The Founders of Faroese Hip Hop joins the line-up!

Swangah - The Founders of Faroese Hip Hop Read more »

23 Apr 2024
GRÓA joins the line-up!

The Reykjavík-bred band merge elements of post-punk, noise-rock and art-pop with absolute abandon, arriving at an explosive, yet magnificently arranged sound unlike any other. Read more »

16 Apr 2024
JJ Paulo performs at G!

Come join the party at G! with JJ Paulo! Read more »

9 Apr 2024
Plúmm joins the line-up!

If you say Plúmm on the Faroe Islands, everyone will know that you are talking about some of the Faroes’ greatest instrumentalists ever. Read more »

2 Apr 2024
Das Body joins the line-up!

Punk disco from Oslo. Read more »

26 Mar 2024
Greenlandic death metal at G!

We are getting ready to raise our devil horns! Read more »