15 jul 2017

Alnótslegendur: Tónleikur er ein felags uppliving

Brothers Moving byrjaðu sum gøtutónleikarar. Nú hava teir flogið til Føroya at framføra í Gøtu.

At brøðurnir Aske, Esben og Simon og vinmaður teirra Nils skuldu enda í Gøtu eitt summarkvøld í juli var ein stuttlig blanding av ágrýtni, evnum og at vera á rætta staði til røttu tíð.

Tá foreldrini fóru at ferðast gjøgnum Evropa, tóku tey altíð síni ljóðføri við, so frá barnsbeini av bleiv tað natúrligt fyri systkinaflokkin at samantvinna menniskju og mentanir gjøgnum tónleik.

Á eini ferð til USA at uppliva heimstaðið fyri blues og soul var tí upplagt at taka teirra egnu ljóðføri við og seta seg á gøturnar at framføra. Har gjørdust teir ovfarnir av, hvussu væl tað bar til at vinna pening av at spæla, so dreymurin um at verða fulltíðar tónleikarar gjørdist enn meira ítøkiligur. Teir pakkaðu lívið á Djursland saman og fluttu til New York, har teir í tvey ár livdu av at spæla á gøtuni. Eitt impromptu sjónband á LADbible og fleiri milliónir hyggjarar seinni spæla teir nú útseldar konsertir runt allan heimin. Og í kvøld eru teir á G!

- Tað merkir einki í sær sjálvum, at eitt sjónband av okkum er farið so langt runt heimin. Men um fólk síggja tað og síðan velja at koma til okkara framførslur, so gevur teirra hjávera tónleikinum nærveru.

Framførslan verður viðkomandi og undirhaldandi, tá ið fólkið kemur upp í part, og upplivingin gerst persónlig og savnandi. Bólkurin, sum spælir energiskan gøtutónleik, leggur stóran dent á, at tónleikur skal vera ein heildaruppliving, sum verður skapt saman. Og at tað skal kennast og smitta av, at teir elska tað, teir gera.

- Tað er ein stuttlig samanseting av, at okkara tónleikastílur gevur okkum fult sjálvræði, men samstundis ana vit ikki, hvar hann verður væl umtóktur næst. Knappliga verður eitt sjónband deilt onkrastaðni, og so verða vit bodnir til Moskva, Ísrael ella Karibiska havið. Og Føroyar.

Sambandið til Føroyar er tó ikki heilt fjarskotið, tí mamma teir tríggjar brøðurnar búði her uppi eitt tíðarskeið í 70unum. Og nú hevur lívið lagað seg soleiðis, at teir vórðu bodnir sama veg.

- Okkara foreldur elska, at vit sum systkin kunnu gera hetta saman. Systir okkara, Pil, spælir onkuntíð trummur í bólkinum, so tónleikurin er veruliga nakað, vit øll eiga í felag. Og Nils? Hann er so gott sum partur av familjuni.

Brothers Moving framføra á Spæliplássinum leygarkvøldið kl. 19.

30 apr 2024
Hetta fer út til allar Föroyar: Swangah spælir á G!

Teir hava áður fingið G! í kók, men í ár verður tað uppá spruttkók Les meira »

23 apr 2024
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!

Fleiri umboð frá G! hoyrdu bólkin í Washington, USA, farna heyst, og vóru öll samd um, at GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G! 2024. Nú koma tær, og tú mást fara! Les meira »

16 apr 2024
JJ Paulo á G!

Kom og dansa á G! saman við JJ Paulo! Les meira »

9 apr 2024
Plúmm skal spæla á G!

Allir tónleikarar vita hvörjir plúmmararnir eru, og eingin er sum Plúmm Les meira »

2 apr 2024
Das Body kemur á G!

Punkdiskotónar úr Oslo! Les meira »

26 mar 2024
Grönlendskur deyðsmálmur á G!

Vit gera klárt at lyfta hornini! Les meira »