14 Jul 2017

Fríggjakvøld á G! - tú mást fara!

Dagurin í gjár var heilt einastandandi, og skráin fyri í kvøld er minst líka lovandi. Her er ein stuttur samandráttur av tí, sum tú mást uppliva í kvøld!

G! andin hongur yvir Syðrugøtu, og vit hava framvegis veðrið við okkum. Umframt tónleikin hava ponyríðing, svimjing og heitir pottar á Sandinum sett sín dám á hendan fríggjadagin higartil. Fyri eini løtu síðan kom ein riðil av veitsluhýrdum festivalgestum syngjandi av tjaldingarøkium til Fjósið, tá ársins G! parada var á skránni og veitsluhýrurin heldur fram alt kvøldið, tí skráin er full av føroyskum og útlendskum góðskutónleiki.

Um eina løtu spælir føroyski Silvurdrongur á Spæliplássinum, og klokkan 20.20 verður fyrsta konsert á Sandinum í kvøld, tá ensku Desert Mountain Tribe trína á pall við sínum sinnisrúmkandi rokktónleiki. Klokkan 21.30 kanst tú uppliva heimstónleik frá afrikanska Bombino á Spæliplássinum, og klokkan 22.45 sleppa donsku Suspekt at spæla sín myrka og djúpa horrorcore tónleik á Sandinum.

Longri út á náttina sleppa vit at uppliva tríggjar føroyskar tónleikabólkar, sum á hvør sín hátt skara framúr. Klokkan 00.20, spælir lokali Benjamin Petersen undir navninum Son of Fortune á Spæliplássinum, klokkan 01.20 spælir ORKA nýggjan og skraddaraseymaðan tónleik á Sandinum og klokkan 02.20 rokka 200 á Spæliplássinum. Yeah baby!

Umframt alt hetta, er Fjósið proppað við góðum nøvnum alt kvøldið. Millum nøvnini á skránni í Fjósinum eru Uni Debess (23.00), Stanley Samuelsen (00.00) og Damudomi DJs (02.00).

 

Tað er fríggjakvøld, tað er G! og tú mást fara!

23 Apr 2024
GRÓA joins the line-up!

The Reykjavík-bred band merge elements of post-punk, noise-rock and art-pop with absolute abandon, arriving at an explosive, yet magnificently arranged sound unlike any other. Read more »

16 Apr 2024
JJ Paulo performs at G!

Come join the party at G! with JJ Paulo! Read more »

9 Apr 2024
Plúmm joins the line-up!

If you say Plúmm on the Faroe Islands, everyone will know that you are talking about some of the Faroes’ greatest instrumentalists ever. Read more »

2 Apr 2024
Das Body joins the line-up!

Punk disco from Oslo. Read more »

26 Mar 2024
Greenlandic death metal at G!

We are getting ready to raise our devil horns! Read more »

19 Mar 2024
Nelly Moar performs at G!

Lit R&B at G! Read more »