14 jul 2017

Hósdagurin á G!: Tann størsti nakrantíð

Fyriskiparirnar kunnu gleðiliga staðfesta, at hósdagurin var tann størsti nakrantíð

Dagarnar uppundir G! Festivalin hevur leiðslan, sum vant, hildið ondini. Men í morgun var tað sum um, andadrátturin var vorðin vanligur aftur.

Tí hóskvøldið var av sonnum væleydnað, siga fyriskipararnir.

"Eg tori næstan at staðfesta, at hósdagurin var hin størsti í søguni hjá G!", sigur Sigvør Laksá, stjóri hjá G! Festivalinum.

Fleiri túsund fólk í Gøtu

Longu hósdagin var sandurin í Syðrugøtu pakkaður, tá heimskenda danska poppstjørnan MØ framførdi.

5000 fólk hava leitað sær til Gøtu, og tað er methøgt tal av vitjandi fyri ein hósdag á G! Festival.

Fyrr í vikuni varð skráin umtalað sum "hin besta nakrantíð", tá Uni Leitisstein Hansen vitjaði í útvarpssendingini Summarmorgun hjá Kringvarpi Føroya. Og tað er júst har, vit finna orsøkina til, at festivalurin varð so væl vitjaður í gjár.

"Vit hava arbeitt upp á hesa skránna í 18 mánaðir nú, og tað hevur veruliga givið okkum eitt neyðugt rásarúm", sigur Fred Ruddick, sum er bókari hjá G! Festival.

Tjalding útselt

Enn er møguleiki fyri at keypa sær atgongumerki til G! Festival, men á tjaldingarøkinum er fult, og tí er sølan av atgongumerkjum steðgað.

Annars er boðað frá, at G! Festival hevur koyrt uttan forðingar.

"Vit hava ongar seinkingar havt, og trygdin hevur verið framúr", sigur ein nøgdur stjóri.

30 apr 2024
Hetta fer út til allar Föroyar: Swangah spælir á G!

Teir hava áður fingið G! í kók, men í ár verður tað uppá spruttkók Les meira »

23 apr 2024
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!

Fleiri umboð frá G! hoyrdu bólkin í Washington, USA, farna heyst, og vóru öll samd um, at GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G! 2024. Nú koma tær, og tú mást fara! Les meira »

16 apr 2024
JJ Paulo á G!

Kom og dansa á G! saman við JJ Paulo! Les meira »

9 apr 2024
Plúmm skal spæla á G!

Allir tónleikarar vita hvörjir plúmmararnir eru, og eingin er sum Plúmm Les meira »

2 apr 2024
Das Body kemur á G!

Punkdiskotónar úr Oslo! Les meira »

26 mar 2024
Grönlendskur deyðsmálmur á G!

Vit gera klárt at lyfta hornini! Les meira »