14 jul 2017

Fólkafest og Gut // Productions í Fjósinum

Allan fríggjadagin verður Fjósið karmur um góðan stemning og glaðan spælimannstónleik. Tí tá taka Summartónar yvir og fylla hølini við fólkatónleiki. Frá kl. 18 - 01 verður pallurin á tremur við tónleiki frá eitt nú Lyon, Kata, Stanley Samuelsen og Spælimonnunum. 

Endað verður við fimm kvinnuligum diskarum frá Damudomi, sum halda lív í fjósinum til kvøldið er liðugt kl. 04.

Men nú klokkan 16:30 verður høvi at føla eftir í búkinum, tá Gut // Productions fara undir at prika til okkara dulvit og arga okkara samfelagsfatan við einum alternativum bíbliulesnaði, sum vendir allar okkara rótfastu meiningar á ranguna eina løtu: hvussu hevði heimurin sæð út, um øll kynini í Bíbliuni vórðu býtt um? Hvussu hevði tað ávirkað okkara samleika og heimsfatan, um kvinnurnar áttu jørð, fóru í kríggj og samskiftu beinleiðis við Gud, sum var ein Gudinna? Ella um menninir føddu børnini og stóða aftan fyri sterku kvinnurnar?

Bíbliu-fordómarnir skulu hvørva, og eftir skulu standa nakrar vakrar søgur. Framførslurnar hjá Gut // Productions eru í Fjósinum nú kl. 16.30 og leygardagin kl. 17.00.

 

30 apr 2024
Hetta fer út til allar Föroyar: Swangah spælir á G!

Teir hava áður fingið G! í kók, men í ár verður tað uppá spruttkók Les meira »

23 apr 2024
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!

Fleiri umboð frá G! hoyrdu bólkin í Washington, USA, farna heyst, og vóru öll samd um, at GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G! 2024. Nú koma tær, og tú mást fara! Les meira »

16 apr 2024
JJ Paulo á G!

Kom og dansa á G! saman við JJ Paulo! Les meira »

9 apr 2024
Plúmm skal spæla á G!

Allir tónleikarar vita hvörjir plúmmararnir eru, og eingin er sum Plúmm Les meira »

2 apr 2024
Das Body kemur á G!

Punkdiskotónar úr Oslo! Les meira »

26 mar 2024
Grönlendskur deyðsmálmur á G!

Vit gera klárt at lyfta hornini! Les meira »