13 jul 2017

RVKDTR: Tað er provokerandi at vera ein sjálvur

Tvær eru við barn, ein er í barsil, ein arbeiðir í einum sex handli uttanlands, og ein er hjálparfólk á einum ellisheimi. Saman við tíggju øðrum kvinnum spæla tær í feitasta rappbólkinum í Íslandi í løtuni, Reykjavíkurdætur. Nú eru tær komnar at fáa kók í fjøldina á G!

Hóast miðlar eru skjótir at stempla Reykjavíkurdætur sum provokativu fyrimyndina fyri feminismu í Íslandi, siga tær ikki bólkin virka eftir nakrari serligari politiskari dagsskrá. Sjálvandi eru tær feministar hvør sær, í tí at tær eru kvinnur, men bólkurin skal fyrst og fremst vera eitt samlingsstað, har tær stuðla listini hjá hvørjari aðrari undir sínum egnu treytum. Og ballast.

 

- Vit eru bara eitt kollektiv av kvinnum, sum vísa okkum fram og framleiða tónleik, sum vit brenna fyri. At brúka pláss í almennum rúmi og hava eitt ball er ein nóg sterk politisk útsøgn í sær sjálvum.

 

At áhoyrarar uttanlands ikki altíð skilja tekstirnar, halda tær ikki vera nakran trupulleika, tí tað er lætt at síggja og føla gjøgnumførda útrykkið hjá bólkinum. At vera kompromisleysur um sín egna samleika og at tora at siga sína meining.

 

- Miðlarnir velja, hvat selur, og teir hava funnið ein máta at kapitalisera okkara image uttan at vit fáa loyvi at definera okkum sjálvar. Teir elska at generalisera og seta okkum í básar, sum passa teirra vinkli.

 

Men tá fólk síggja tær framføra, so fanga tey, hvat tað snýr seg um. Tað er óvanligt, og tað er provokerandi at síggja so nógvar kvinnur hava tað stuttligt á einum palli saman. Og meðan Southern Comfort og Jolly Time ferðast runt borðið, rópar tann eina:

 

“NÆSTU 30 MINUTTIRNIR ERU BUKSULEYSIR!”. So buksurnar ruku, og ballið helt fram. 

 

Reykjavíkurdætur framføra á Spæliplássinum hóskvøldið kl. 23.20

30 apr 2024
Hetta fer út til allar Föroyar: Swangah spælir á G!

Teir hava áður fingið G! í kók, men í ár verður tað uppá spruttkók Les meira »

23 apr 2024
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!

Fleiri umboð frá G! hoyrdu bólkin í Washington, USA, farna heyst, og vóru öll samd um, at GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G! 2024. Nú koma tær, og tú mást fara! Les meira »

16 apr 2024
JJ Paulo á G!

Kom og dansa á G! saman við JJ Paulo! Les meira »

9 apr 2024
Plúmm skal spæla á G!

Allir tónleikarar vita hvörjir plúmmararnir eru, og eingin er sum Plúmm Les meira »

2 apr 2024
Das Body kemur á G!

Punkdiskotónar úr Oslo! Les meira »

26 mar 2024
Grönlendskur deyðsmálmur á G!

Vit gera klárt at lyfta hornini! Les meira »