13 jul 2017

Barna G! 2017

Aftur í ár verða stórar upplivingar til tey smáu á G! Her fært tú ein stuttan samandrátt um Barna G! 2017.

Angela Petersen samskipar í ár Barna G!, ið verður leygardagin frá klokkan 12.00 til 16.00. Aftur í ár fara vit at stuttleika okkum við nógvum sangi, undirhaldi, skemti og søgu, har børnini sleppa at verða ein partur av søguni. Framførslur verða á pallinum, ponyríðing, og sjálvandi fara vit at hugna okkum á sandinum, har nógv fólk eru at taka ímóti børnunum. Vit fara at spæla ymisk spøl, millum annað fara vit at gera eina sandkapping fyri familjur.

Ein hevur ikki verið á G! uttan at fáa sand millum bibburnar :-)


Børn undir 12 ár sleppa ókeypis inn, saman við vaksnum, sum hava atgongumerki. Ponyríðingin verður fríggjadagin frá 16.00-19.00 og leygardagin frá 14.00-18.00. 

 

Á SPÆLIPLÁSSINUM

kl. 12.30: The Kii to Cosplay fara at framføra SANGIR ÚR FROZEN.

kl. 13.00: FAMILJUSHOW við Angelu og Hannibal. Klovnurin Hannibal og Angela skemta.

kl. 14.00: SANGLØTA við Guðruni Sólju Jacobsen, har børnini kunnu syngja við.

kl. 15.00: Jensina Olsen undirheldur við SKEMTI OG SANGI.

 

Í FJÓSINUM

Klokkan 15. 30 verður CAFÉSJÓNLEIKUR við Vivian Sjóðklett. Vivian fortelur ævintýr og brúkar børnini sum leikarar. Hetta verður fínt høvi hjá øllum børnum, sum elska at royna seg á palli.

  

Á SANDINUM

Frá kl. 12.00-16.00, verður SANDKAPPING fyri familjur, andlitsmáling og børnini kunnu skapa sítt egna listaverk úr goggum og øðrum lutum, sum tey finna á sandinum. Eisini verða spøl, spakar, spannir og ymiskt annað. Nógv fólk eru á sandinum, sum gleða seg til at hugna sær saman við børnunum.

 

Vit síggjast á Barna G! 

30 apr 2024
Hetta fer út til allar Föroyar: Swangah spælir á G!

Teir hava áður fingið G! í kók, men í ár verður tað uppá spruttkók Les meira »

23 apr 2024
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!

Fleiri umboð frá G! hoyrdu bólkin í Washington, USA, farna heyst, og vóru öll samd um, at GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G! 2024. Nú koma tær, og tú mást fara! Les meira »

16 apr 2024
JJ Paulo á G!

Kom og dansa á G! saman við JJ Paulo! Les meira »

9 apr 2024
Plúmm skal spæla á G!

Allir tónleikarar vita hvörjir plúmmararnir eru, og eingin er sum Plúmm Les meira »

2 apr 2024
Das Body kemur á G!

Punkdiskotónar úr Oslo! Les meira »

26 mar 2024
Grönlendskur deyðsmálmur á G!

Vit gera klárt at lyfta hornini! Les meira »