13 jul 2017

ORKA við nýggjum tónum fríggjanáttina á G!

Fríggjanáttina sleppa vit at uppliva nakað av tí feskasta, føroyskur tónleikur hevur at bjóða. Tá trínur ORKA nevnliga á pallin við spildurnýggjum tilfari. Í hesum sambandi hava vit fingið orðið á Jens L. Thomsen, mannin handan ORKA.

Frá fólkatónleiki til elektronikk 

Tá eg sigi ORKA, hugsar tú kanska ‘Fjøllini standa úti’, ‘Hon Leitar’ ella ‘Aldan Reyð’. Seinastu árini hevur ORKA tó flutt seg longur burtur frá tí fólksliga tónleikinum og nærri at tí elektroniska og úrtøkiliga.

 

- Í byrjanini kundi tónleikurin líknast við fólkatónleik við industrial dámi, og allir tekstir vóru á føroyskum. Tónleikurin er við hvørjari útgávu stigvíst blivin meira elektroniskur, og annað mál enn føroyskt er brúkt. Vit hava eisini gjørt instrumentalar útgávur, har tónleikurin til tíðir er eksperimenterandi, og aðrar tíðir er lættari at sodna, greiðir Jens frá.


Tað er bert eitt ár síðan, at ORKA gav út plátuna Vað, og vunnu tey bæði Jens og Francine eisini heitið sum Ársins Bólkur í FMA 2017. Seinastu tíðina hevur ORKA arbeitt við eini nýggjari EP saman við amerikanaranum Alap Momin. EP plátan verður útgivin á kasettubandi 21. juli og eitur ‘<13’.  Harumframt arbeiða limirnir í ORKA við tveimum øðrum EP plátum, einari útgávu og einum tónleikafilmi.

 

Settið er skraddaraseymað til G!

Jens og Francine vóru bæði ovurfegin og takksom, tá tey vórðu spurd um at spæla fríggjanáttina á sandinum. Tað gjørdist skjótt greitt, at tey ynsktu at gera eina framførslu, sum tey sjálvi høvdu ynskt at hoyrt á sandinum eina fríggjanátt. Settið er tí skraddaraseymað til festivalin og til tíðspunktið, fortelur Jens og leggur afturat, at meginparturin av tónleikinum hjá ORKA á G! verður spildurnýtt tilfar.

 

- G! er ein heilt serligur festivalur við tað, at hann fer fram í einari bygd, har tú kemur nær at bygdafólkinum – fyrimyndarligt av bæði bygdafólki og samskiparum, at tey fáa tað at rigga so væl ár eftir ár. Umframt hetta, so er tað altíð bæði ein avbjóðing og ein fragd at spæla fyri sínum landsmonnum, sigur Jens L. Thomsen at enda. 

 

Vit takka Jens fyri samrøðuna og gleða okkum til framførsluna. ORKA spæla fríggjanáttina kl. 01.20 á sandinum.

30 apr 2024
Hetta fer út til allar Föroyar: Swangah spælir á G!

Teir hava áður fingið G! í kók, men í ár verður tað uppá spruttkók Les meira »

23 apr 2024
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!

Fleiri umboð frá G! hoyrdu bólkin í Washington, USA, farna heyst, og vóru öll samd um, at GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G! 2024. Nú koma tær, og tú mást fara! Les meira »

16 apr 2024
JJ Paulo á G!

Kom og dansa á G! saman við JJ Paulo! Les meira »

9 apr 2024
Plúmm skal spæla á G!

Allir tónleikarar vita hvörjir plúmmararnir eru, og eingin er sum Plúmm Les meira »

2 apr 2024
Das Body kemur á G!

Punkdiskotónar úr Oslo! Les meira »

26 mar 2024
Grönlendskur deyðsmálmur á G!

Vit gera klárt at lyfta hornini! Les meira »