11 Jul 2017

Hugleiðing: Um flytifuglar og skaldskap og flogfør - og um tann fyrsta iPodin

Leygarkvøldið fer Teitur Lassen at framføra 'Poetry and Aeroplanes' á G! - og tað hevur vakt minnir og kveikt lív í tankarnar hjá Sannu. Les hugleiðingarnar um, hvussu lívið hendi, meðan fløgan spældi í bakgrundini, og hvussu alt er øðrvísi, men samstundis eins.

Hugleiðingar um Poetry & Airplanes hjá Teiti Lassen eftir Sannu Nolsøe Djurhuus, flytifugli. 

Tað er dagin fyri summarið. Tað langa summarið. Summarið, sum varir restina av lívinum, har vit sjálvi hava ræðið yvir, hvat vit velja at fylla okkara tilveru við, tá vit vakna hvønn morgun. Men eg vil heldur halda áfram at sova, tí í morgin verði eg kvinna. Í dag eru vit ílatin reytt.


Summi í bláum. Onnur í svørtum, lilla, hvítum, grønum, gráum, gulum. Sum einstaklingar hava vit valt litirnar, sum saman skulu umboða okkara felags ferð inn í vaksna lívið. Klædd í skrúð við prógvi í hond ganga vit tey síðstu kravdu fetini í okkara tilveru. Lopið út í æviga summarið var komið. Frá nú av er hvør avgerð okkara egna. Frá nú av vakni eg sum kvinna. Alt mítt barnalív eri eg vaknað til sama útsýni, sum einans broytist við veðursins skiftandi sinnalagi. Mítt kamarsvindeyga vendir móti ánni, og mítt køksvindeyga vendir móti havinum, men tá eg fari niðan í hagan handan hús okkara, síggi eg sólarroðan glógva í sjónarringinum, og mín longsul teskar fyri mær, at onkra staðni har úti hoyri eg kanska heima.


You say you’re alright, but Josie it’s time, you gotta get your feet on the ground. She says no, don’t you see we have wings, it’s the funniest things, it’s just that no one knows. No one knows.

Flytifuglarnir finna sítt flog, og eg valdi at fara.


Eg vildi koma til eitt stað, sum var so ókent, at eg kundi gerast partur av tí ókenda. Eg fleyg í dagar fyri at sleppa so langt burtur frá mínum heimasjógvi, at eg endaði í einum dali umringað av fjøllum. Í hasum staðnum keypti eg mín fyrsta iPod.


Hann var stórur og hvítur og hevði hatta lekkra klikkhjólið, sum mann brúkti til at leita runt í innihaldinum. Hann spældi sangir og sjónbond, og mann kundi enntá leggja sjeykabál, eins og eg plagdi at leggja saman við ommu, meðan vit sótu og drukku te við tveimum sødtablettum við køksborðið við blomstruta voksdúkinum. Men úti í stóru verð broyttist veruleikin, alramest tí mín samleiki ikki samsvaraði við nýggja sannleikan, og eg var umringað av einari millión av menniskjum. Men býurin var enn lítil, og hendan milliónin av menniskjum var mær øll fremmand, so mín heimur var enn lítil, og eg lurtaði eftir tónleiki á mínum iPodi og legði sjeykabál av mínum eintingum. Men so langt burtur frá ommusa blomstruta voksdúki, umringað av einari millión av fremmandafólki, gekk kabálin ikki upp. There’s a world outside her window, anywhere the wind blows, men handan fjøllini hómaði eg enn ein sjónarring, sum var størri enn hesin býurin, og verðin mátti eiga meira at bjóða mær.


Har er so nógv, eg enn ikki skilji. Eg havi altíð kent longsulin og til tíðir eisini kærleikan. Men har kærleikin er komin og farin sum brotasjógvur á sløttum havi, er longsulin tann stilla báran, sum skvatlandi skolar upp á sandin við sama stevi. Uppald av ódn bera umheimsins landslag tær onga øsing, so eg rýmdi frá fjøllunum, eins og eg var rýmd frá havinum. Men óansæð hvar eg fór, var eg enn lítil. Tá eg lat eyguni aftur og hugaheimin upp, passaðu ljóðini rundan um meg ikki saman við rútmuni innan í mær, og eg fann ikki orðini at fáa umheimin at ríma. Í mínum minni átti náttin ikki at vera ein seigur, svartur vevnaður, men eitt samspæl av alheimsins bláu nuansum, sum dansaðu í takt, til dimmið lætti. Í mínum minni kendi eg aftur røddirnar rundan um meg, men uppaftur týdningarmiklari so kendu tær meg.


There’s too much doubt and not enough dare, there’s too much decision everywhere. Og sveiggjandi millum kærleika og hjartasorg er eitt burturgloymt stað, har longu summarnæturnar ikki verða svartar, har lutfallini eru so lítil, at tey samsvara við veruleikan, so rútman passar til orðini, eg havi longst eftir at skula ríma. Eg eri enn lítil, men nú er alt annað rundan um meg eins lítið, at eg endiliga passi til. Tann gamli, hvíti iPodurin við tí lekkra klikkhjólinum er skiftur út við tað nýggjasta touchscreen modellið, men hini trý hava valt at koma heim. Flytifuglurin, skaldskapurin og flogførini møtast enn einaferð, har dagurin spælir við øllum sínum bláu nuansum. Har tíðin kastar akker og steðgar at ferðast, og longsul verður goymdur burtur fyri at sleppa framat at kenna tað kenda. At gerast partur av nøkrum so týdningarleysum, at mín tilvera er nóg mikið at geva tí týdning. Oh in these strange nights, I think that I’ve travelled enough. Poetry and aeroplanes, and I’m tired of waiting for love.


Í kvøld lati eg eyguni aftur og hoyri og hoyri til. Men skjótt fer at skýma, og eg noyðist at flúgva víðari í longslinum eftir tí, sum kann fylla mína tilveru við bláum.


Teitur framførir Poetry & Aeroplanes á Sandinum leygarkvøldið kl. 20.00.

18 Mar 2025
Ebbb – Brits Challenge Musical Genres

Ebbb is a British band that moves between the lines of different musical genres. Read more »

11 Mar 2025
ULD – Norwegian Trio Weaving a Beautiful Tapestry of Past and Present

This is a very exciting time. Norwegian youth have taken it upon themselves to explore their musical roots. Naturally, this intertwining of past and present creates a beautiful tapestry of folk music,… Read more »

11 Mar 2025
Emil Kárlsen – Experience Joik Like Never Before

For centuries, the indigenous people of Northern Norway have practiced joik in the frostbitten landscapes, as they roamed with their reindeer. Read more »

4 Mar 2025
Punching Bag – A Fresh Take on American Rap

This summer, the rappers of Punching Bag are coming all the way from California, USA, to Syðrugöta. Read more »

2 Mar 2025
Ester Skála – Bright Pink Pop

In the Faroe Islands, the weather is often gray and heavy, but Ester Skála has set out to bring color to the landscape. Read more »

1 Mar 2025
Lyon Hansen – Better Than Ever

We’ve known and admired Lyon Hansen for a long time. A fantastic songwriter, an excellent guitarist, and a compelling performer. Read more »