6 Jul 2017

Mø vil sleppa at uppliva Føroyar

Týsdagin lendir í Vágum eitt av størstu altjóða poppnøvnunum nakrantíð úr Danmark

Heimskenda stjørnuskotið MØ hevur ongantíð verið í Føroyum fyrr, og hon ætlar sær ikki bara at flúgva skjótt inn og út. Hon gleðir seg tvørturímóti til at uppliva føroysku oyggjarnar.

Hesin áhugin er kanska ikki so løgin, tí útlendskir miðlar eru vorðnir meiri og meiri bergtiknir av G! Festivalinum. Og harvið eisini av Føroya landi. Fyri kortum kom G! Festivalurin sostatt inn á gitna listan hjá Condé Nast yvir tey ‘50 tingini, ið mugu upplivast, meðan tú enn ert á lívi’. 

Við sínum 160 milliónum brúkarum og mongu miðlapallum er Condé Nast – um ikki hitt størsta – so avgjørt eitt av heimsins størstu miðlahúsum. At røkka so víða, uttan at talan er um dramatiskar myndir av grindadrápi, er spennandi fyri bæði Føroyar og G! Festivalin.

Ein fortreyt er tann, at G! – eins og føroyski maturin – er ein forvitnislig blanding av feskum og røstum. Soleiðis verður eisini í ár, tá ið víðagitnir tónleikarar sum Kris Kristofferson og Alphaville fara á pall, og vit samstundis fáa møguleikan at uppliva eitt av størstu og feskastu nøvnunum, vit hava havt á festivalskrá í Føroyum seinastu árini. MØ hevur spælt útseldar konsertir um allan heimin, hevur vunnið at kalla alt, sum vinnast kann av heiðurslønum í heimlandinum, lagið Lean On saman við Major Lazer er sæð 2 milliardir ferðir á Youtube, meðan lagið Final Song er spælt 260 milliónir ferðir á Spotify.

Mongu spentu fjeppararnir í Føroyum kunnu frøast um, at MØ hevur valt at koma til Føroya longu týsdagin 11. juli fyri at uppliva oyggjarnar. Tað er sostatt ikki heilt óMØguligt, at onkur ber eyga við stjørnuskotið, áðrenn brakið á ársins G! Festivali. Men vilt tú tryggja tær, at MØ verður veruleiki og ikki bara ein teoretiskur møguleiki, er kortini bara eitt at gera.

Útlit eru fyri, at MØ fer at gerast enn størri komandi tíðina. Hon er í løtuni á tónleikaferð í Evropa og arbeiðir eisini við næstu fløguni, sum kemur út í ár.

MØ spælir hóskvøldið 13. juli á Gøtusandi. 

30 Apr 2024
Swangah - The Founders of Faroese Hip Hop joins the line-up!

Swangah - The Founders of Faroese Hip Hop Read more »

23 Apr 2024
GRÓA joins the line-up!

The Reykjavík-bred band merge elements of post-punk, noise-rock and art-pop with absolute abandon, arriving at an explosive, yet magnificently arranged sound unlike any other. Read more »

16 Apr 2024
JJ Paulo performs at G!

Come join the party at G! with JJ Paulo! Read more »

9 Apr 2024
Plúmm joins the line-up!

If you say Plúmm on the Faroe Islands, everyone will know that you are talking about some of the Faroes’ greatest instrumentalists ever. Read more »

2 Apr 2024
Das Body joins the line-up!

Punk disco from Oslo. Read more »

26 Mar 2024
Greenlandic death metal at G!

We are getting ready to raise our devil horns! Read more »