3 Jul 2017

Leygardagurin ognaður fólkinum!

Allir sansir eru stimbraðir, tá tú fert heim frá ársins G! Festivali. Tí tað er av sonnum ein breið veiftra av upplivingum, sum bíða gestunum á tí síðsta festivaldegnum. Her kanst tú lesa, hvat leygardagurin bjóðar

Vit spola tíðina tvær vikur fram og skriva 15. juli 2017. Hetta er seinasti dagurin á ársins G! Festival. Hetta er stóri dagurin við minniligu løtunum. Dagurin, sum er tilognaður fólkinum - og ikki minst samanhaldinum.

Gleð teg til stóru sangløtuna á Gøtusandi, tá tú, Terji Rasmussen, Elin Heinesen, Stanley Samuelsen og túsundtals aðrar røddir syngja við til Eros, Lívsmynd og Upp á tá. 

Gleð teg til føroyska fiskamáltíðina, sum tú kanst njóta á sandinum seinnapartin, meðan børnini eru upptikin av at renna eftir klovnum og sjórænarum. Her er nakað fyri stór og smá.

Ella ímynda tær løtuna seinni, tá Kris Kristofferson tekur that ribbon from your hair, og tú kanska sigur eitt stillisligt skál fyri teg sjálvan. For the good times, hugsar tú. 

Og gleð teg til at sessast við eini sigar og einum glasi av rommi til tónarnar frá spanska streingjaspælaranum Hernandez, meðan sólin fer í kav.

Tað er hásummar í Føroyum, og sólin er longu á veg upp aftur fýra tímar seinni, tá tú leggur leiðina framvið rútmunum úr framtíðini, sum Grundin verður karmur um inntil tú ikki orkar meir.

Hesin dagurin, samveran og hetta serstaka huglagið sounds like a melody, sum tú hevur hug at hoyra umaftur og umaftur. Og tí nikkar tú sikkurt av øllum alvi, tá Alphaville syngja um hetta við at vilja vera forever young – um ikki annað so er rúm fyri at droyma í Gøtu í kvøld.


Sjáldsamir møguleikar á G! 

Hetta kvøldið fært tú bjóðað at taka av nøkrum rættiliga sjáldsomum møguleikum. Hetta er kvøldið - kanska tín einasti kjansur - at hoyra Teit Lassen framføra ta plátuna, sum gjørdi hann heimskendan afturi í 2003. Poetry and Aeroplanes er blivin spæld kring allan heim í summar, tá Teitur vendur heim aftur til Føroya og gevur føroyingum høvi at lurta við. Einans á G!

Leygarkvøldið á G! er eisini einasti kjansurin at uppliva uppløgdu dreingirnar úr Danny & the Veetos í Føroyum í summar.

Dagurin tilognaður fólkinum

Samanhald er virðismikið í eini tíð, har heimurin hevur hug at spjaða seg og bólka seg upp. Og hóast G! Festival neyvan loysir heimskreppur í sjálvum sær, so leggur serliga leygarkvøldið á G! upp til, at vit eru saman um løturnar. Leygardagurin á G! er fólksins dagur, har vit uttan mun til tónleikatokki, aldur og uppruna koma saman og gleðast um minnini og framtíðina.

Keyp atgongurmerki til leygardagin her og til allan festivalin her!

Her er ein playlisti, sum vit hava gjørt til tín, sum gleðir teg til leygardagin um tvær vikur. Gloymdu vit at nevna Brothers Moving (DK), Fil Bo Riva (IT), Monophonics (US)?

30 Apr 2024
Swangah - The Founders of Faroese Hip Hop joins the line-up!

Swangah - The Founders of Faroese Hip Hop Read more »

23 Apr 2024
GRÓA joins the line-up!

The Reykjavík-bred band merge elements of post-punk, noise-rock and art-pop with absolute abandon, arriving at an explosive, yet magnificently arranged sound unlike any other. Read more »

16 Apr 2024
JJ Paulo performs at G!

Come join the party at G! with JJ Paulo! Read more »

9 Apr 2024
Plúmm joins the line-up!

If you say Plúmm on the Faroe Islands, everyone will know that you are talking about some of the Faroes’ greatest instrumentalists ever. Read more »

2 Apr 2024
Das Body joins the line-up!

Punk disco from Oslo. Read more »

26 Mar 2024
Greenlandic death metal at G!

We are getting ready to raise our devil horns! Read more »