6 jun 2017

Atgongumerkjasölan til einstöku dagarnar letur upp

Tey óhepnu og tey selektivu sleppa eisini á G! Festival, tí nú verða dagsatgongumerkini til keyps

Summarið er í eygsjón og tað er longu kjokkfult í góðum, forvitnisligum G! vitaminum. 26 nøvn eru komin á skránna higartil og festivalfólkið hevur eina rúgvu av stórum upplivingum fyri framman: Víðagitni Kris Kristofferson, dukandu Suspekt, heimskendu hittmakararnir Alphaville og feskasta stjørnan á popphiminum MØ. Hesi eru bara nøkur millum mongu nøvnini, sum savnast í Syðrugøtu í næsta mánað.

Men eitt heilt vikuskifti á Gøtusandi við livandi tónleiki frá heimsstjørnum er ikki øllum unt. Tað finnast tey óhepnu, sum skulu á náttarvakt hóskvøldið og tey ambivalentu, sum skulu í brúdleyp leygarkvøldið. Tað finnast eisini tey selektivu, sum bara vilja hoyra sín yndisbólk.

Tey hava møguleikan at sníkja seg ein túr á G! Festival, tí nú verða atgongumerkini til einstøku festivaldagarnar til keyps. Men tey eru avmarkað í nøgd, so sitið klár! Sølan opnar í morgin 7. juni klokkan 8:00.

Tað ræður um at liggja framvið, og vit gera tað lætt hjá tær at kunna teg um, hvønn dag tín yndisbólkur fer á pall. Dagsskráirnar verða kunngjørdar á middegi her á Facebooksíðuni og á heimasíðuni hjá G! 

Fylg við - tú mást fara!

7 mai 2024
Jamie Grey úr Onglandi framförir á G!

Á G! dámar okkum sera væl at fanga stjörnur í föðingini. Jamie Grey úr Onglandi er ein slík! Les meira »

7 mai 2024
Teitur framförir á G!

Komið og upplivið Teit framföra Poetry & Aeroplanes á G! 2024 Les meira »

30 apr 2024
Hetta fer út til allar Föroyar: Swangah spælir á G!

Teir hava áður fingið G! í kók, men í ár verður tað uppá spruttkók Les meira »

23 apr 2024
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!

Fleiri umboð frá G! hoyrdu bólkin í Washington, USA, farna heyst, og vóru öll samd um, at GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G! 2024. Nú koma tær, og tú mást fara! Les meira »

16 apr 2024
JJ Paulo á G!

Kom og dansa á G! saman við JJ Paulo! Les meira »

9 apr 2024
Plúmm skal spæla á G!

Allir tónleikarar vita hvörjir plúmmararnir eru, og eingin er sum Plúmm Les meira »