3 Jun 2017

G! verður partur av heimsrundferð hjá MØ

Hon hevur júst kunngjørt sína heimsrundferð í summar. Hon steðgar í New York, hon steðgar í Sydney og har í millum steðgar hon jú eisini í Syðrugøtu

G! Festival verður nevniliga partur av heimsrundferðini hjá MØ, sum er yndis elektro popp madamman hjá øllum heiminum í løtuni.

Á gáttuni liggur onnur útgáva frá donsku heimsstjørnuni, og hon hevur longu latið fjepparum fýra stakløg av plátuni. Millum annað hetta lagið, sum sera hóskandi snýr seg um at lata telefonina liggja eftir heima og í staðin draga út í náttina at dansa.

Í summar dansa vit við MØ á sandinum í Syðrugøtu, tá hon trínur á pallin á G! Festival hóskvøldið 13. juli.

Sangarinnan við borgarliga navninum Karen Marie Ørsted er fødd í 1988 og hevur – hóast hon enn bara hevur útgivið eina plátu – leypin fullan við viðurkenning og virðislønum.

Keyp vikuskiftispass til G! her og tryggja tær eitt pláss á sandinum frammanfyri heimsstjørnuni MØ. 

26 Mar 2024
Greenlandic death metal at G!

We are getting ready to raise our devil horns! Read more »

19 Mar 2024
Nelly Moar performs at G!

Lit R&B at G! Read more »

12 Mar 2024
G! Festival announcing Agat - Rocking punk rap

Come and get carried away as Agat takes over! Read more »

10 Mar 2024
Aggrasoppar joins the line-up!

Everywhere they go, they spark great interest. Read more »

9 Mar 2024
Konsørn performs at G!

A magical vibe will ring when Konsørn performs at G! Read more »

8 Mar 2024
Jógvan joins G! line-up

This will be a moment where we give the mic to the troubles of the soul. We will listen as Jógvan tells his story. Read more »