Fjósadansur við Janus og Una
Tá oyruni eru mettaði av tí talgilda, fara vit aftur til røturnar við folk and blues kongunum Janus og Una, sum eftirhondini eru farnir at kenna seg heima í Fjósinum.
Teir spældu báðir við hvør sínum bólki í fjósinum fríggjadagin í samband við fólkatónleikarastevnuna, har fjósastemmningur var í hásæti, og har trampandi, klappandi og syngjandi áhoyrarirnir brellaðust eftir meir. Hesuferð koma teir á pallin saman klokkan 02.00, og fara at syrgja fyri at vit øll fara syngjandi heim av G!