16 jul 2016

Blívið blást um koll av Hot 8 Brass Band!

Kl 01:20 syrgja amerikansku orginalarnir fyri feitari uppliving á Gøtusandi

Eftir syndaflóðina gjárskvøldi hava dagsins frálíku framførslur syrgt fyri, at vit øll hava fingið hitan aftur í kroppin. Men skjótt ræður um at blaka troyggjur og jakkar frá sær, tí kl 01:20 fer allur sandurin at kóka, tá amerikansku Hot 8 Brass Band sleingja teirra heitu, feitu Louisiana-rútmur út í yvir dansandi fjøldina á gøtusandi.

Hot 8 Brass Band eru eitt grammy-tilnenvt hornorkestur, ið saman hava definerað gøtutónleikin í New Orleans seinastu tvey ártíggjuni. Tónleikurin er samansjóðaður av lekkrum og rungandi funk ljóðum, hip hop og ráari orku, sum ger upplivingina til nakað heilt serligt.  

Komið oman sandin og blívið blást um koll! 

 

30 apr 2024
Hetta fer út til allar Föroyar: Swangah spælir á G!

Teir hava áður fingið G! í kók, men í ár verður tað uppá spruttkók Les meira »

23 apr 2024
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!

Fleiri umboð frá G! hoyrdu bólkin í Washington, USA, farna heyst, og vóru öll samd um, at GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G! 2024. Nú koma tær, og tú mást fara! Les meira »

16 apr 2024
JJ Paulo á G!

Kom og dansa á G! saman við JJ Paulo! Les meira »

9 apr 2024
Plúmm skal spæla á G!

Allir tónleikarar vita hvörjir plúmmararnir eru, og eingin er sum Plúmm Les meira »

2 apr 2024
Das Body kemur á G!

Punkdiskotónar úr Oslo! Les meira »

26 mar 2024
Grönlendskur deyðsmálmur á G!

Vit gera klárt at lyfta hornini! Les meira »