Blívið blást um koll av Hot 8 Brass Band!
Kl 01:20 syrgja amerikansku orginalarnir fyri feitari uppliving á Gøtusandi
Eftir syndaflóðina gjárskvøldi hava dagsins frálíku framførslur syrgt fyri, at vit øll hava fingið hitan aftur í kroppin. Men skjótt ræður um at blaka troyggjur og jakkar frá sær, tí kl 01:20 fer allur sandurin at kóka, tá amerikansku Hot 8 Brass Band sleingja teirra heitu, feitu Louisiana-rútmur út í yvir dansandi fjøldina á gøtusandi.
Hot 8 Brass Band eru eitt grammy-tilnenvt hornorkestur, ið saman hava definerað gøtutónleikin í New Orleans seinastu tvey ártíggjuni. Tónleikurin er samansjóðaður av lekkrum og rungandi funk ljóðum, hip hop og ráari orku, sum ger upplivingina til nakað heilt serligt.
Komið oman sandin og blívið blást um koll!