16 Jul 2016

Vit telja niður til eina G!óðanátt á enn einum óG!loymandi G!

Nú leygarkvøldið klemmar okkum á síðsta festivaldegi á ársins G!, telja vit so smátt niður til midnátt, tá ið síðstu nøvnini trína inn á hvør sín pall - bretsku Dub Phizix & Strategy á Sandinum, íslendsku Agent Fresco á Spæliplássinum og føroysku Janus & Uni í Fjósinum.

Kl. 00:20 framføra íslendsku Agent Fresco á Spæliplássinum við eini áhugaverdari tónlistablanding av poppi, alternativum, art, metal og sonevndum math/rokni-rokki.

Kl. 02:15 framføra føroysku Janus & Uni í Fjósinum við fangandi fólksligum blústónum.

Kl. 02:45 fara bretsku Dub Phizix & Strategy sum síðsta høvuðsnavn at skelva Gøtusand út á náttina. Teir eru høvdini handan nýggjan stíl innan D'n'B, ið smeltar ávirkanir úr øllum heiminum saman, og hvat stíli viðvíkur halda teir seg ikki til kendar frymlar. Teirra eyðkenda ljóð ræður yvir Drum and Bass verðini og strekkir samstundis sínar springandi rútmur longur út á elektroniska tónleikapallin.

So kom og ringið eina G!óðanátt inn á einum óG!loymandi G! festivali!

26 Mar 2024
Greenlandic death metal at G!

We are getting ready to raise our devil horns! Read more »

19 Mar 2024
Nelly Moar performs at G!

Lit R&B at G! Read more »

12 Mar 2024
G! Festival announcing Agat - Rocking punk rap

Come and get carried away as Agat takes over! Read more »

10 Mar 2024
Aggrasoppar joins the line-up!

Everywhere they go, they spark great interest. Read more »

9 Mar 2024
Konsørn performs at G!

A magical vibe will ring when Konsørn performs at G! Read more »

8 Mar 2024
Jógvan joins G! line-up

This will be a moment where we give the mic to the troubles of the soul. We will listen as Jógvan tells his story. Read more »