16 jul 2016

Syng við á Sandinum

Eftir eina frálíka konsert á Sandinum, har fjøldin dansaði føroyskan dans afturvið góðum tónum frá Anniku Hoydal, verður Lucy Rose næst á stóra palli, áðrenn skipað verður fyri stórslignari sangløtu. Tekstirnar til sangirnar, ið verða sungnir á Sandinum í kvøld, eru at finna á: https://gfestival.fo/sang

G! Festivalurin hevur í ár fingið vælkenda Kim Hansen at standa fyri felagssanginum, og hann hevur boðið nøkrum av okkara fólkakærastu tónleikarum at vera við at gera løtuna heilt serstaka.

Á pallinum í ár vera Danny and the Veetos, Uni Debess, Karl Martin Samuelsen, Martin Joensen, Eyðun Nolsoe, Annika Hoydal og Eivør tá tey saman við G! gestunum fara at trína í nakrar av okkara dýrabarastu sangskattum. Kl. 23.25 fara hesi saman við Kim m.a. at syngja um 80ini og mítt land; um lítlu Elisabet og Elinborg, og so sjálvandi eisini um ‘alduna’ saman við aldunum á Gøtusandi.

Tekstirnir til sangirnar, ið verða sungnir á Sandinum í kvøld, eru at finna á: gfestival.fo/sang

23 apr 2024
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!

Fleiri umboð frá G! hoyrdu bólkin í Washington, USA, farna heyst, og vóru öll samd um, at GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G! 2024. Nú koma tær, og tú mást fara! Les meira »

16 apr 2024
JJ Paulo á G!

Kom og dansa á G! saman við JJ Paulo! Les meira »

9 apr 2024
Plúmm skal spæla á G!

Allir tónleikarar vita hvörjir plúmmararnir eru, og eingin er sum Plúmm Les meira »

2 apr 2024
Das Body kemur á G!

Punkdiskotónar úr Oslo! Les meira »

26 mar 2024
Grönlendskur deyðsmálmur á G!

Vit gera klárt at lyfta hornini! Les meira »

19 mar 2024
Nelly Moar: Glöðandi R&B á G!

Norsku miðlarnir eru ikki í iva, Nelly Moar er stórsta R&B vónin tey eiga yviri í Noregi! Les meira »