16 jul 2016

Einastandandi Eivør á heimavølli

Kl. 22:20 á Spæliplássinum stígur ein av okkara bestu og mest altjóða viðurkendu føroyskum artistum inn á heimavøllin á G! - hóast hon dagliga ferðast kring knøttin við sínum framúrskarandi framførslum, so verður Gøta verandi heimbygdin, og tað merkir bara eitt: ein einastandandi Eivør í essinum.

Í 2015 stóð Eivør fyri ikki færri enn tveimum egnum útgávum, tær vælumtóktu og ummælararóstu "Bridges" og "Slør," eins og hon spældi sentralan leiklut á "At the Heart of a Selkie" við DR Big Band og DR Vokal Ensemblet.

Hervið fór hon somuleiðis undir spennandi samstarv við spælgigantarnar Sony Playstation á stórum gaming tiltaki í LA, meðan fleiri støð eisini bíða eftir henni á altjóða konsertferð hennara í ár.

Men onki er sum at koma heim. G! er ikki eitt ordiligt G! uttan Eivør, og vit gleða okkum til at uppliva hana aftur á heimavølli, á Spæliplássinum kl. 22:20. Kom og takið væl ímóti henni!

30 apr 2024
Hetta fer út til allar Föroyar: Swangah spælir á G!

Teir hava áður fingið G! í kók, men í ár verður tað uppá spruttkók Les meira »

23 apr 2024
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!

Fleiri umboð frá G! hoyrdu bólkin í Washington, USA, farna heyst, og vóru öll samd um, at GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G! 2024. Nú koma tær, og tú mást fara! Les meira »

16 apr 2024
JJ Paulo á G!

Kom og dansa á G! saman við JJ Paulo! Les meira »

9 apr 2024
Plúmm skal spæla á G!

Allir tónleikarar vita hvörjir plúmmararnir eru, og eingin er sum Plúmm Les meira »

2 apr 2024
Das Body kemur á G!

Punkdiskotónar úr Oslo! Les meira »

26 mar 2024
Grönlendskur deyðsmálmur á G!

Vit gera klárt at lyfta hornini! Les meira »