Konni Kass vann Væl á Veg 2016!
Ársins Væl á Veg heiðurslönin er júst blivin handað, og var tað tann unga og evnaríka Konni Kass ið gjördist vinnarin.
Hetta er fimta árið á rað, at Atlantic Airways, Iceland Airwaves og G! hava handað heiðurslönina. Í fjör vóru tað AVE ið gjördust hepnu vinnararnir av heiðurslönini. Eins og AVE, fær Konni fær eitt gávubræv áljóðandi 20.000 kr frá Altantic Airways, umframt at hon sleppur at framföra á íslendska festivalinum, Iceland Airwaves.
Vit ynskja Konni Kass hjartaliga tillukku við heiðurinum, og gleða okkum til at hoyra hana á Iceland Airwaves!