16 jul 2016

Tónleikadrotningin er heimafturkomin!

Annika Hoydal telist millum föroya dýrabarastu tónleikadýrgripir, og kemur hon at framföra á Sandinum í kvöld

Í kvöld kl.19.30 trínur ein av mætastu tónleikarum, vit eiga her á landi, Annika Hoydal, á stóra pallin á Sandinum, virðiligur eini drotning.

Saman við vakra útsýninum yvir víkina verður sandurin karmur um eina ógloymandi lötu, har Annika fer at framföra lög av nýggju útgávu hennara, Endurljós, umframt góðar, gamlar slagarar, sum 'Aldan,' ið ein og hvör föroyingur dugir at syngja við til.

Annika Hoydal er í betri venjing enn nakrantíð fyrr. Hennara sterka og reina rödd ljómar vökur og sterk, bæði tá hon syngur sínar sangir, sum fyri langari tíð síðani eru vorðin fólkaogn, og tá hon ber fram nýggju lögini, sum hon hevur skrivað til tekstir hjá beiggja sínum, Gunnari Hoydal.

Annika skal upplivast, og tað gleða vit okkum til!

23 apr 2024
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!

Fleiri umboð frá G! hoyrdu bólkin í Washington, USA, farna heyst, og vóru öll samd um, at GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G! 2024. Nú koma tær, og tú mást fara! Les meira »

16 apr 2024
JJ Paulo á G!

Kom og dansa á G! saman við JJ Paulo! Les meira »

9 apr 2024
Plúmm skal spæla á G!

Allir tónleikarar vita hvörjir plúmmararnir eru, og eingin er sum Plúmm Les meira »

2 apr 2024
Das Body kemur á G!

Punkdiskotónar úr Oslo! Les meira »

26 mar 2024
Grönlendskur deyðsmálmur á G!

Vit gera klárt at lyfta hornini! Les meira »

19 mar 2024
Nelly Moar: Glöðandi R&B á G!

Norsku miðlarnir eru ikki í iva, Nelly Moar er stórsta R&B vónin tey eiga yviri í Noregi! Les meira »