16 jul 2016

Poesi á bygd - ein poetisk rundferð í Syðrugøtu

Sum partur av mentanartiltøkunum, sum ikki beinleiðis hava við tónleik at gera, verður labORÐatoriið, har rithøvundar fara at hita upp leygardagin á G! - millum klokkan 15:00 og 16:30.

Áðrenn konsertirnar byrja á sandinum, bjóða rithøvundar poetiska rundferð í Syðrugøtu, har lisið verður á svalum, á trappusteinum og undir onkrum snóri. Um illa viðrar, verður farið inn í stovurnar at lesa.

Ferðin byrjar Úti í Grógv hjá Ranvør og Páll. Tveir rithøvundar lesa upp á hvørjum staði, umleið 10 minuttir hvør. Síðani verður við G!-flaggið gingið til næsta staðið.


Skráin á rundferðini:

kl. 15:00: Gróvargøta 9, hjá Ranvør og Páll: Marjun Syderbø Kjælnes og Arnbjørn Dalsgarð

Kl. 15:30: Gróvargøta 8, hjá Rønn og Pól: Kim Simonsen og Sissal Kampmann

Kl. 16:00: Úti í Bø 14, hjá Vónbjørt og Kim: Lív Maria Róadóttir Jæger og Anna Malan Jógvansdóttir

30 apr 2024
Hetta fer út til allar Föroyar: Swangah spælir á G!

Teir hava áður fingið G! í kók, men í ár verður tað uppá spruttkók Les meira »

23 apr 2024
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!

Fleiri umboð frá G! hoyrdu bólkin í Washington, USA, farna heyst, og vóru öll samd um, at GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G! 2024. Nú koma tær, og tú mást fara! Les meira »

16 apr 2024
JJ Paulo á G!

Kom og dansa á G! saman við JJ Paulo! Les meira »

9 apr 2024
Plúmm skal spæla á G!

Allir tónleikarar vita hvörjir plúmmararnir eru, og eingin er sum Plúmm Les meira »

2 apr 2024
Das Body kemur á G!

Punkdiskotónar úr Oslo! Les meira »

26 mar 2024
Grönlendskur deyðsmálmur á G!

Vit gera klárt at lyfta hornini! Les meira »