G! Festivalurin 2026 var nakað heilt serligt
Takk öll tit, sum komu og gjördu G! Festival 2026 til nakað heilt serligt.
Hetta var ein festivalur, vit fara at minnast leingi. Á so mangan hátt kendist hann sum ein av teimum bestu, vit nakrantíð hava havt. Veðrið var við okkum frá byrjan til enda, ökið var fult av lívi og tónleikurin framúr. Og annað árið á rað var festivalurin útseldur.
Tað hevði ikki borið til uttan tykkum – gestir, sjálvboðin, tónleikarar, samstarvspartar, veitarar, bygdarfólkið og öll, sum lögdu orku, hjarta og sál í at skapa G! 2026.
Vit eru ómetaliga takksom.
Vit síggjast aftur á G! 15.-17. juli í 2027