G! er útselt
Áleið kl 16 í dag varð ársins G! Festivalur útseldur.
Sölan er tí steðgað, bæði á netinum og við dyrnar.
Festivalurin hevur verið sera heppin við veðrinum í ár og nógv fólk hava verið á ökinum at kalla alla tíðina.
Í kvöld verða m.a. föroysku Clickhaze, íslendski Ásgeir, estiski Tommy Cash á skránni, umframt ein hópur av øðrum föroyskum og útlendskum bólkum og einstaklingum.
G! Festival var eisini útseldur seinasta ár.