G! til børnini og framlögur í Fjósinum
Leygardagurin í Fjósinum byrjar kl. 12.15, tá börnini sleppa at royna sínar listaligu gávur og at vera við til at gera eitt felags listaverk, áðrenn barnatiltakið heldur fram uppi á Spæliplássinum kl.13.00
Í Fjósinum fer HÚS, saman við Rebekku Petersen, at hita upp við meditativum tónleiki í Fjósinum, áðrenn Pecha Kucha Tórshavn fer at hava tríggjar stuttar framlögur. Í stuttum er Pecha Kucha ein framlöguháttur, har hvör framleggjari fær möguleika at vísa fram sítt arbeiði, har tey at vísa 20 myndir á 20 sekund hvör mynd. Tískil verður hvör framlöga einans seks minuttir og 40 sekund.
Tey, sum fara at leggja fram, eru Meduna Dalsgaard, Elsa Súsanna Dalsgaard og Meinhard Jensen.
Börnin sleppa aftur framat klokkan 15:15, tá Janus á Húsagarði hevur teknilötu í Fjósinum.