Bussar og hýruvognar á G!
Ferðing til og frá festivaløkinum. Her finnur tú nærri kunning um teir.
Festivalbussar
Aftur í ár eru bussar millum festivalökið og kampingökið. Eisini koyrir bussurin til og frá Leirvík. Úr Leirvík hvønn heilan tíma millum kl. 16 og 04. Seinasti bussurin koyrir úr Syðrugøtu til Leirvíkar kl. 03.30. Bussurin steðgar við bussskýlið niðanfyri kirkjuna í Leirvík, við tjaldingarøkið í Norðragøtu og við busslumman í Syðrugøtu.
Atgongd til bussin kann keypast í bussinum.
Armband fyri allar tríggjar dagarnar kostar 150 kr. Ein túrur kostar 30 kr.
Bygdaleiðir á G!
Leið 400 hjá Bygdaleiðum koyrir ímillum Havnina og Klaksvík og steðgar við Götugjógv.
Sí ferðaætlan fyri leið 400 á ssl.fo
Hýruvognar og minibussar
Hýruvognar eru beint uttan fyri festivalökið.
Koyrt verður allar festivaldagarnar.
Hýruvognur kann bíleggjast gjøgnum appina hjá AUTO, ella við at ringja tlf. 311234. Meira kunning á Auto.fo
App store download: Trýst her
Google play download: Trýst her