Parkering á G!
Vit heita staðiliga á öll um bert at parkera á teimum ökjum, sum eru ætlað til parkering.
Ökini við reyðum á kortinum vísa, hvar tað IKKI er loyvt at parkera.
Tað er sera týdningarmikið, at vegir og atkomuleiðir altíð eru fríir, so slökkilið og sjúkrabilar sleppa framvið uttan forðingar.
Umframt at pláss er í Götugjógv eru hópin av parkeringsplássum í Norðragötu uttast á keiini, har sum nýggja róðrarneystið hjá Tindi er - sí kort.
Parkera tí við skili, og tryggja tær, at bilurin hvörki stendur í vegin, forðar ferðsluni ella er til ampa fyri onnur.
Takk fyri, at tit vísa fyrilit og hjálpa okkum at tryggja góð og trygg viðurskifti á G!
