Skráin er lögd!
Nú er minni enn ein vika til ársins tónleikabrak!
Fyrsta tiltakið er sjónleikurin Upphav í Fjósinum kl. 16:00. Spæliplássið letur upp kl. 17:15 við Eivör – Skrímslið, lítla systir mín, og kl. 18:00 trínur Dan Olsen, sum tann fyrsti, á pallin niðri á sandinum.
Áðrenn alt hetta, byrjar JVNTOR x Trygvii veitsluna á tjaldingarökinum mikudagin kl. 18:00.
Hevur tú ikki ognað tær atgongumerki enn, kanst tú keypa tað her
G! er fyri öll, og enn er eitt avmarkað tal av dagsatgongumerkjum til sölu. Tey eru ætlað tær, sum hevur hug at uppliva G! ella hoyra eitt ávíst navn á skránni, men ikki hevur möguleika at vera við allar festivaldagarnar.
Og gevið gætur! Börn 12 ár og yngri sleppa púra ókeypis inn saman við einum vaksnum.


