STUTTLIG PARKERING Á G!
Seinastu árini hava vit eygleitt, at nakrir G! gestir hava bilin, sum fastan depil gjögnum festivalin.
Vit hava nú valt at bjóða stuttliga parkering.
Við fótbóltsvöllin í Norðragötu hava vit skipað eitt öki, har tú kanst keypa tær eitt parkeringspláss fyri alt vikuskiftið. Keypir tú tvey samliggjandi pláss, hevur tú eisini pláss til at sita í ringi og syngja, seta tær ein stól og njóta áartutlið, ella okkurt annað.
Á ökinum er atgongd til bukku og bað, heitan mat við tjaldingarökið og handil er beint við, tí hevur tú alt, tær törvar.
Við hesum verða viðurskiftini við stuttligari parkering skipað, samstundis sum vit verja bygdina og tryggja góðar umstöður til bæði festivalgestin og tey, sum búgva í Norðragötu.
Kostnaðurin er 250,-
- Keyp stuttliga parkering -
Vanlig ókeypis parkering verður á bryggjuni uttan fyri kappróðrarneystið.
