Sjálvboðin á G!
Ert tú ein av teimum, sum dámar at verða partur av einum felagsskapi, so er tað at arbeiða sum sjálvboðin á G! júst tað rætta fyri teg.
Her kanst tú skráseta teg sum Sjálvboðin
Sum sjálvboðin á G! verður tú partur av einum toymi, har vit í felag arbeiða fyri at gera festivalin til eitt gott og gevandi upplivilsi bæði fyri gestir og luttakarar.
Vit hava serliga törv á fólki til ruddingar- og vaktararbeiði, men taka eisini hvört ár nökur sjálvboðin inn til ymsar aðrar uppgávur so sum at gera økið hugnalig, at arbeiða í móttøkuni, arbeiða í pottunum, halda náttarvakt o.a. Sjálvboðin skulu vanliga vera fylt 18 ár, men til ruddingararbeiði ber til at vera yngri.
Sum sjálvboðin hevur tú atgongd til hugnaliga starvsfólkahølið í niðaru hædd av Valhøll, har tú fært ókeypis kaffi og te, og kanst keypa grýturætt o.a. fyri serligan prís.