Góðan bata Irah – og vælkomin, Marius DC
Vit mugu tíverri boða frá eini óvæntaðari broyting í skránni.
Vegna álvarsliga sjúku hevur Irah verið undir bráðneyðugari skurðviðgerð, og sambært læknunum kann hann ikki flúgva komandi fýra vikurnar. Tískil ber ikki til hjá honum at koma til Föroya at framföra á G! í ár.
Vit eru sera hörm um stöðuna. Heilsan má koma í fremstu röð, og vit senda Irah okkara bestu ynski um skjótan og góðan bata.
Vit hava havt gott samskifti við umboðsfólk hansara, og vónin er, at vit í staðin kunnu bjóða Irah vælkomnum á G! í 2027. Meira kunning kemur, so skjótt alt er komið upp á pláss.
Í hansara stað kemur ein av okkara mest spennandi ungu röddum á föroyska tónleikapallinum – Marius DC.
Við síni sermerktu samanrenning av hipphoppi, R&B og alternativum poppi hevur Marius DC av sonnum gjört vart við seg, sum eitt av teimum mest lovandi föroysku növnunum. Vit eru sera fegin um, at tað lá fyri hjá honum, at traðka til við so stuttum skotbrái, og vit gleða okkum at bjóða honum á pall á G! í juli.
Hetta hava verið nakrar kenslubornar vikur hjá festivalinum eftir syrgiliga missin av okkara hövuðsnavni, Oliver Tree. Tað er nú vorðið okkum enn greiðari, at festivalar snúgva seg um at koma saman og stuðla hvörjum öðrum. Vit gleða okkum at luta ta kensluna við tykkum á Götusandi um tvær vikur.
Verið við til at senda Irah tykkara bestu heilsanir og ynski um skjótan bata – og takið samstundis væl ímóti Mariusi DC á G! 2026.
