16 jul 2016

Endabresturin á einum orkuríkum fríggjadegi

Fríggjadagurin á ársins G! líður nú út á leygarnáttina, og hóast nakað av váttligum veðrið, so er lagið framúr gott. Jacob Bellens fjálgdi um í Tøting, áðrenn Hamdradun rungaði regnið úr skýnum, meðan Songhoy Blues spældu seg inn í hjørtuni á áhoyrarafjøldini á enn einum fullsettum Spæliplássi.

Tú skuldi ikki trúð, at tað hevur oyst niður í allan dag. Huglagið er í topp millum tey mongu, ið hugna sær runt um í Syðrugøtu, í Fjósinum og á Spæliplássinum.

Í Tøting var sum í eini sauna, tá ið Jacob Bellens syrgdi fyri eini stak hugnaligari løtu við donskum poppi.

Tað sleit í, so skjótt, sum Hamradun steig inn á pallin á Spæliplássinum sum eitt av síðstu høvuðsnøvnunum í kvøld, og tað kendist ikki sørt episkt við fólkarokki teirra sum soundtrack.

Síðani kom ein sólstrála úr Afrika, ið blásti alt um koll. Við sínum rútmiska blúsi fekk Songhoy Blues føturnar at dansa, og dintlarnar at svinga.

-Lívið er tónleikur. At smílast. Kærleiki. Friður," undirstrikaði forsangarin í Songhoy Blues frammanfyri eini alsamt størri og alsamt meiri peppaðari fjøld á Spæliplássinum.

Nú er tíðin so komin til Steve'n'Seagulls, ið trína inn á pallin á Spæliplássinum næst, og eftir tað fylgir forkunnuga This Is Waa í Fjósinum frá kl. 2.

 

30 apr 2024
Hetta fer út til allar Föroyar: Swangah spælir á G!

Teir hava áður fingið G! í kók, men í ár verður tað uppá spruttkók Les meira »

23 apr 2024
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!

Fleiri umboð frá G! hoyrdu bólkin í Washington, USA, farna heyst, og vóru öll samd um, at GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G! 2024. Nú koma tær, og tú mást fara! Les meira »

16 apr 2024
JJ Paulo á G!

Kom og dansa á G! saman við JJ Paulo! Les meira »

9 apr 2024
Plúmm skal spæla á G!

Allir tónleikarar vita hvörjir plúmmararnir eru, og eingin er sum Plúmm Les meira »

2 apr 2024
Das Body kemur á G!

Punkdiskotónar úr Oslo! Les meira »

26 mar 2024
Grönlendskur deyðsmálmur á G!

Vit gera klárt at lyfta hornini! Les meira »