UPPHAV
Í UPPHAVI verður orðið um kollektivu sorgarsøgu okkara sett á pall í Fjósinum. Burturtagda søgan, sum frá nýggjum sjónarhorni setir orð á lívið við havið – okkara størsta vin og fígginda. Einkonuleikurin, sum upphavskvinnurnar til leikin Gunnvá Zachariassen, TVAZZ, og Marita S. Dalsgaard, Leikhús SKIFT, hava umrøtt sum ein minnisvarða um formøður okkara, tekur støði í skaðadegnum, sum rakti Hest 1. apríl 1919, tá tveir útróðrarbátar gingu burtur, og ellivu menn sjólótust. UPPHAV hevur longu verið á leikferð kring landið og í Keypmannahavn. Í summarstøðginum kemur hann á G!