BÓK + LJÓÐ
Lív Maria Róadóttir Jæger lesur upp úr BÓK. Í framförsluni verða yrking og rödd vovin saman við elektroniskum ljóðlandslagi eftir tónasmið Lasse Jæger (SUPERVISJÓN). BÓK er savn, har kroppur, náttúra og sálarlív renna saman í eina poesi, har nalvi, lær, vörr, negl, kjálki, smíl, apublóma, á, ivi og fyrigeving, psyka, seksualitetur eru flættað saman. Yrkingarnar eru intimar, kropsligar og djúpt eksperimenterandi – skrivaðar, sum vóru tær partur av einum pluralum minni, ella eitt ekkó frá einum heimi, sum annaðhvört er farin undir ella nýliga blivin til í tilvitinum.