EKSIL: NATURE WRITING TOP MEETING
Nature Writing Top Meeting er ein sansandi og tvörfaklig uppliving, har náttúra, bókmentir, filmur og tónleikur renna saman. Forlagið Eksil skipar fyri. Við millum annað stöði í föroyskum landslagi og poesifilmverkætlanini Áin eftir Thomas Koba við yrkingum eftir Kim Simonsen og tónleiki eftir Heðin Ziska Davidsen verða nýggj verk framförd, sum kanna sambandið millum menniskju og umhvörvi. Millum altjóða gestirnar er danski hövundurin Silja E. K. Henderson, hvörs bók Guthensö tekur stöði í dagligum gongutúrum í landslögum kring Roskilde. Við dagbókarlíknandi notatum og einum poetiskum, sansandi máli letur hon náttúru, medvit og kropp flóta saman í eina livandi frásögn um, hvussu vit uppliva og skilja heimin. Eisini luttekur danski hövundurin Maja Elverkilde, ið arbeiðir við náttúrubókmentum og gerandislívi við einum persónligum og hugvekjandi stíli. Í verkum sínum setur hon spurningar við okkara lívshátt og gevur rúm fyri nýggjum hugsanum um nærveru, einfaldleika og sambandinum millum menniskju og náttúru. Á pallinum möta vit eisini föroyskum röddum sum Beiniri Bergsson og Vónbjört Vang, umframt öðrum listafólkum, ið hvör á sín hátt seta orð og ljóð á okkara samband við náttúruna. Kom og uppliva eina lötu, har orð, ljóð og landslag smelta saman, og har tú verður bjóðað/ur at steðga á, lurta og síggja náttúruna við nýggjum eygum.