FÖROYSKUR DANSUR Á G!
Eingin G! Festivalur uttan dansin! Vit sláa aftur ring, sum siðvenja er á G! Festivalinum, og aftur í ár eru tað lokalar ungar kreftir, sum skipa dansin. Kom upp í ringin ella gerst partur av tí góða felagsskapinum við at eygleiða og hoyra sögurnar settar á pall í Götu ein dag á hásumri.