G! KIRKJAN
G! Kirkjan er opin aftur í ár sum vanligt, eitt serligt rúm á G! til frið, hugsavning, prát og innihaldsríka samveru. Leygarmorgun kl. 11:00 er árliga festivalgudstænastan í Fjósinum, sum fyri mong er vorðin ein týðandi partur av samlaðu festivalupplivingini. Í ár prædikar Annika Magnussen Gaard, og Josh Cana spælir tangentar. Sanna Bæk Hoydal og Benjamin Petersen syngja.