SAGNIR OG ÆVINTÝR við hettarher og Jákup Veyhe
Vit kenna Jákup Veyhe frá Mórugötu og so mongum öðrum herligum samanhangum. Kanska tað stuttligasta og besta frásögufólkið, vit eiga! Nú verður hann á G! saman við tónleikabólkinum hettarher (Tórleik Mortensen og Andreas Restorff) ein bólkur, sum eftirhondini eisini hevur fest seg í föroyska mentanarlívinum við filmstónleiki og öðrum fjöllistaligum verkætlanum. Allir dagar á G! byrja við tiltaki til börn og familjur, og fríggjadagin verða sagnir og ævintýr vakt til lívs og skapa ein ævintýrheim, sum fær bæði börn og vaksin at kenna seg, sum tey eru mitt í einum filmi.