MAMMUSKEPILSIÐ
Ein dóttir hálar barndómsins skrímsl út undan songini í einum sermerktum, djúpt persónligum og hugmyndaríkum filmi um sálarsjúkuna hjá mammu hennara. Filmurin, sum Maria Tórgarð vann bæði Geytan og Áskoðaravirðislönina fyri í 2026, verður at síggja í Fjósinum á G! Maria innleiðir sjálv filmin, og Gunnvá Zachariassen lesur upp úr yrkingasavninum Leitanin eftir at vera, ið var íblástur til sjálvan filmin. Savnið er yrkt og myndprýtt av mammu leikstjóran, Katarinu Nolsöe. Tað er ein hugtakandi samanrenning millum tekst og myndir, sum Maria Tórgarð við Mammuskepilsinum hevur víðkað til henda rörandi filmin.