UTOPIA: UNGDÓMUR, HUGFLOG OG FRAMTÍÐ - við stöði í bókini hey :) TAÐ METAMODERNISTISKA DÓMADAGSMANIFESTIÐ
Mentanarkjakið í ár tekur stöði í hey:) TÍ METAMODERNISTISKA DÓMADAGSMANIFESTINUM ANNO DOMINI 2025 eftir Trygva Danielsen. Við stöði í hugsanum um týdningin av vón og utopi í einum heimi, ið, eins og dómadagsmanifestið, verður floymdur við dystopiskum sögum, kjakast vit um eitt mótrák í listini, sum eftirlýsir nýggjar sögur og tvíheldur um vónina og hugsanir um utopia. Ung fólk – m.a. Vón Holm Magnadóttir og Sophilia Wraae Mukisa – ummæla og seta Trygva Danielsen stevnu í orðaskifti, sum Sissal Kampmann stýrir og tekur lut í.